Í kvøld høvdu landsliðsmálverjin, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfelagarnir í TSV St. Otmar St. Gallen sera torføran dyst á heimavølli í bestu sveisisku hondbóltsdeildini. Á vitjan vóru ferfaldu meistararnir, Kadetten Schaffhausen, ið enn ikki hevur mist eitt stig í kappingini.
Heldur ikki í kvøld misti Kadetten stig. Teir vunnu 34-31 á St. Gallen. Í steðginum vóru meistararnir á odda 17-13.
Sasja bjargaði tveimum av 17 málroyndum. Men tað gekk ikki betri hjá kappingarneytanum, Andreas Björkman, ið bjargaði tveimum av 18 málroyndum.
St. Gallen er nummar fýra í deildini við 12 stigum. Kadetten Schaffhausen er langt fremst við 22 stigum.
Mikukvøldið 5. november spælir St. Gallen dyst á útivølli móti Pfadi Winterthur.
Sasja og liðfelagarnir á landsliðnum fara nú at hugsavna seg um stóru uppgávurnar í Golden League í Tróndheimi móti Niðurlondum, Noregi og Danmark.











