Eyðun Klakstein
Um Sameindu Tjóða skal verða eygleiðari í samráðingunum millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið, skulu boð koma um hetta frá einum av stovnunum hjá ST.
Soleiðis svarar undiraðalskrivarin í lógarmálum, Hans Corell, fyrispurninginum frá uttanlandsdeildini hjá Løgmansskrivstovuni um mannagongdir, tá ST skal upp í altjóða samráðingar sum triðjipartur.
Og treytin fyri, at ein av stovnunum - til dømis aðalfundurin ella trygdarráðið - kann viðgera eitt slíkt mál er, at eitt av limalondunum hjá ST tekur málið upp.
- Hetta vísir, at ST í prinsippinum væl kann verða triðjipartur í samráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnini. Treytin er bara, at eitt limaland tekur málið upp í einum av stovnunum. Tað eri eg vælnøgdur við at fáa staðfest, sigur Høgni Hoydal, varaløgmaður.
- Hetta broytir einki. Landsstýrið hevur fingið tað svarið, sum roknast kundi við, og nú eigur tað at gloyma alt um ST. So mugu vit eisini vóna, at fólk sum heild gloyma hetta, tí áheitanin á ST setir Føroyar í ringt ljós, sigur Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum
Misnøgdur uttanríkisráðharri
Nógv umtalað brævið varð sent ST 26. juli. Leiðarin av uttanlandsdeildini á løgmansskrivstovuni, Herluf Sigvaldsson, undirskrivaði brævið, sum var ein fyrispurningur um, hvussu mannagongdin er, tá ST ella stovnar undir Sameindu Tjóða eru triðjipartur í samráðingum.
Í skrivinum varð víst á, at hóast meiriluti í føroyska løgtinginum tók undir við ætlanini hjá landsstýrinum, hevði Danmark ikki víst veruligan vilja til at gera ein ríkisrættarligan sáttmála við Føroyar.
Og av hesi orsøk vildi landsstýrið hava at vita frá ST, hvør mannagongdin er, tá ST fer uppí samráðingar sum triðji partur.
Danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Petersen, var ikki fegin um brævið hjá landsstýrinum, og hann sendi 23. august bræv til løgmann, har hann gjørdi greitt, at landsstýrið hevði ongan myndugleika at venda sær til ST uttan við góðkenning frá donsku stjórnini.
Hetta hevði hann eisini givið boð um til donsku skrivstovuna á ST-høvuðsborgini um at føra fram yvirfyri felagsskapinum.
Gott við formligum svari
Men hóast hetta svaraði ST brævinum frá landsstýrinum, og í brævinum verður staðfest, at Føroyar kunnu ikki heita á ST um at vera triðjipartur í fullveldissamráðingunum.
Tað skal gerast av einum av limalondunum hjá ST, og so skal málið viðgerast og viðmælast í einum av stovnunum hjá ST - til dømis á aðalfundinum ella í trygdarráðnum.
Men hóast vegurin til at fáa ST upp í fullveldissamráðingarnar er langur, er varaløgmaður nøgdur við svarið.
- ST svarar formliga, hvussu felagsskapurin kann koma uppí altjóða samráðingar. Alt tosið um, at ST einki kann hava við samráðingarnar við danir at gera, og at ST verður lýst sum ein felagsskapur, sum bara er uppi í, tá tað er blóðugt stríð, er skeiv, og tað er gott, at vit hava fingið tað svart upp á hvítt, sigur Høgni Hoydal.
- Vit kundu hugsað okkum at fingið meira at vita um, hvussu veruliga mannagongdin er, men tað fáa vit ikki í hesum skrivi. Vit fara ikki at venda okkum aftur til ST fyri at fáa hetta at vita, tí hesa vitan kunnu vit fáa aðrastaðni.
Flenna eftir føroyingum
Formaðurin í Sambandsflokkinum heldur, at svarið frá ST er júst tað, sum roknast kundi við frammanundan.
- Einki kemur óvart á meg í hesum svarinum. Serfrøðingar hava sagt, hvat vit kundu rokna við, og hetta hava vit eisini fingið, eigur Edmund Joensen.
- Tað var burturvið av landsstýrinum at taka hetta stigið, tí hetta forpestar sambandið við Danmark og ger okkum til grin í altjóða samanhangi. ST má næstan flenna í kíki eftir okkum, tá landsstýrið kemur við slíkum fyrispurningi.
Edmund Joensen heldur, at áheitanin á ST lækkar virðingina fyri føroyingum, og at landsstýrið ikki hevur fylgt formalia í málinum.
Høgni Hoydal, varaløgmaður, sigur, at landsstýrið fer ikki at gera meira við málið nú. Hann sigur, at landsstýrið hevur fingið tað svarið frá ST, sum tað vildi hava.