Í býin
Ein døgurði á Hotel Vágum er avgjørt nakað, ein kann mæla øðrum til. Maturin er frálíkur, og tænastan tað sama. Einki er at taka seg aftur í, at støðið er hækkað rættiliga nógv í mun til tað, tað onkuntíð hevur verið.
Tað er stórt dansitiltak í Sørvági, so stuttligt kundi verið at lagt støðið á hotellinum, áðrenn farið verður í dans. Leygarkvøld er, og fleiri eru, sum hava fingið sama hugskotið. Hotellið hevur góða matskrá, og royndirnar frá seinastu ferðunum hava verið so mikið góðar, at einki er at ivast í at biða um borð.
Tað var tí eitt sindur hugstoytt at koma inn og merkja, at alt ov nógvur roykur var í matstovuni. Tað plagar ikki at vera so, og so nógv fólk var heldur ikki inni. Tað líkasum hevði hug at leggja ein lítlan doyvara á væntaðu upplivingina, mestsum áðrenn byrjað varð.
Vit verða móttikin av einum sera fryntligum kvinnuligum tænara og víst til borð, sum lagt er av.
Sita í einum horni við útsýni oman á flogvøllin og út móti Sørvági. Myrkt er, so bert ljósini eru at síggja, men hugnaligt kortini. Eisini hóast sjálv matsovan sum so ikki er nakað intimt stað, har tú kanst vera fyri teg sjálvan. Tí verður tó tikið við, tí vit vita, at vit eru á einum hotelli.
Tað sita fólk við nøkur av borðunum. Ikki so nógv, sum kanska væntandi var, men vit frætta, at har eru smærri veitslur aðrastaðni á hotellinum í leigaðum hølum.
Vit fáa matskránna. Ein vanlig skrá, sum tú sært á slíkum støðum aðrastaðni eisini. Dagsins rættur fyri vikuna er at finna, umframt at eitt serlig tilboð er gjørt til júst hetta kvøldið.
Eg biði um 60'ara tilboðið, sum gjørt er til hetta dansikvøldið. Tveir rættir til ein prís, sum er væl yvirkomiligur.
Forrættur er Atlantsbland við dressing og flutes, stendur á skránni. Og Atlantsbland er, sum væntað, sjómatur. Rækjur, skeljar og kræklingur, lagt á salatblað við dressingi. Heilt vanligur forrættur við fínum breyði, flute, afturvið.
Yvir av verður borðreitt við rómatilgjørdari skeljadjórasúpan, sum smakkað er til við konjakki. Eisini sjómatur, skilst.
Hildið verður, at ílatið er ríkiliga stórt til ein forrætt, so fryktandi er fyri, at mettan kemur ov tíðliga. Men óføra væl verður latið at samanseting og smakki.
Piparbúffur við SMS
Tað ringir ein fartelefon einastaðni vitð okkurt av borðunum. Fyrstu ferð hetta kvøldið, men ikki seinastu ferð. Soleiðis einar 23 ferðir mundu tær ringja hjá einum flokki av ungfólki, sum sat við eitt grannaborð. Vanlig ringing og SMS boð hvørt um annað. Og so stuttleika tey sær at vita, hvør nú sendir boð, og hvørjum tey so skulu svara aftur.
Alt gott um tað, og tað kemur sjálvandi ikki øðrum døgurðagestum við, hvat ein sjálvur tekst við. Men tað er ein sannroynd, at tað órógvar onnur, tá soleiðis verður ringt og floyta út í eitt at kalla.
Dugi ikki rættiliga at skilja, at tað skal vera so neyðugt við hesi fartelefonini eina tílíka løtu. Havi hana sjálvur, og hon ringir eisini viðhvørt, tá eg ikki ynski tað, men havi gloymt at sløkt. Og tá ein fer soleiðis á eina matstovu at fáa sær ein bita eitt leygarkvøld, skuldi tað verið til at hugna sær og sleppa eitt sindur burtur frá dagliga hurlivasanum. Men ymiskt er sjálvandi, hvussu fólk hugna sær.
Og høvuðsrætturin kemur á borðið. Piparbúffur, sum eg havi biðið um at fáa mediumstoktan. Tað merkti í hesum førinum, at hann var væl stoktur uttan og næstan ígjøgnum. Eitt sindur bleytur innan og smakkaði sera væl. Júst, sum mær dámar hann, so tað kundi ikki verið betri.
Hann var ikki so sterkt kryddaður, sum møguliga væntandi var, eftir navninum at døma. Men tað var sósin ístaðin. Góðan sterkan smakk, sum bara gjørdi upplivilsið betri.
Afturvið varð borreitt við snerktum piparfruktum, grilltomat og bakaðum epli. Ymiskt grønmeti er lagt afturvið sum pynt, og tað vísir, at tey duga at velja litir eisini.
At fáa ein búff góðan er ikki bara at duga at steikja hann, sum kundin ynskir. Tað er helst meira umráðandi at duga at velja tað rætta stykkið. Og tað duga tey.
Fimm kokkahúgvur her.
Reinsdjór og soppar
Hin høvuðsrætturin er djóramedaljong, sum er av reinsdjórakjøti. Aftur sera væl valt og ikki minni væl tilgjørt.
Borðreitt verður við soppasós, ið smakkað er til við Madeira saman við dagsins grønmeti, sum vanliga sæst á matlepanum. Ymiskt grønmeti sum broccoli, blomkál, gularøtur. o.t.
Í grønmetinum eru innbakaðir soppar. Eitt frálikt frábrigdi í vanligari, føroyskari matgerð. Slíkt ein ikki sær so ofta. Tóktust - uttan tó at kenna uppskriftina - at vera lagdir í deiggj og friturustoktir. Smakkaði óføra væl, varð látið at.
Kjøtið var moyrt og rættiliga gott. Tvey stykki, sum hildið varð, kanska var í so nógv. Stykkini vóru ikki so stór sum piparbúffurin, men kortini ríkiligt til ein persón, sum kanska ikki leggur so nógv í fylluna sum í upplivilsi av at fáa ein góðan, vælsmakandi døgurða, sum njótast kann fyri upplivilsið.
Afturvið verður notið franskt húsvín, sum er gott.
Eisini skal okkurt njótast omaná. Kaffi verður beinanveg boðið, tá høvuðsrætturin er liðugur. Og valt veðrur ísur. Belle Helene.
Av øðrum var at velja millum annað Vágapannukøkur við ísi, sum tó tóktist eitt sindur tungt at fara undir.
Sagt verður, at ísurin, sum fæst á Hotel Vágum er heimagjørdur. Gloymdi at spyrja, men kundi bara ásanna, at hann er góður.
Aftur fimm kokkahúgvur her.
Tænastan
Kokkurin er óførur, og tað sama er at siga um tænastuna á sjálvari matstovuni.
Kanska er føroyigurin ikki heilt sloppin burtur frá tí, at hann vil hava nøgd og mettu. Tí hóast maturin á Hotel Vágum er óføra góður og professionelt samansettur, eru verðarnir stórir, og tað kann í ávísum førum eisini bera eitt sindur brá av føroyskari mongdarmentan.
Vit vórðu vinarliga móttiki, og fylgt varð alla tíðina við, at alt var, sum tað skuldi, og sum gesturin ynskti.
Professionelt varð farið fram. Fyrsta gestirnir reistu seg frá borðinum og fóru, varð borðið ruddað og gjørt klárt til tey næstu, sum møguliga stukku inn á gólvið.
Tó undraði tað, at tað á einum borði í einum fjarum króki, kortini stoðu tvær tómar ølfløskur við gløsum meginpartin av kvøldinum. Tað var líkasum eitt sindur í andsøgn til annars professionellu tænastuna, Hotel Vágar hevur upparbeitt í seinastuni.