Á veljarafundinum mikukvøldið kom fram, at Runavíkar Kommuna hevði fleiri kaninur, sum hálaðar vórðu upp úr hattinum. Ein av hesum var, at kommunan nú hevur ítøkiligar ætlanir um at keypa verandi Støkkhøll (Glyvra Bio) og soleiðis veita fimleikafelagnum Støkk ein fíggjarligan stuðul upp á millum 2 og 3 mió. kr. Hendan ætlan er okkum borgarum í kommununi spildurnýggj, men er helst ikki so nýggj fyri tey, sum hava arbeitt við málinum. Í einum spurningi til borgarstjóran fíltist eg á, at elligamla ætlanin um svimjihøll ferð eftir ferð tykist at dvína fyri øðrum ætlanum, sum altíð tykjast at vera meiri bráneyðugar. Eg vísti m.a. á, at vit í løtuni hava einar 4-5 fimleikarhallir í kommununi og at nú mátti túrurin verið komin til svimjihøllina. Tað kundi sjálvandi tykjast, sum at eg vendi mær ímóti ætlanunum um eina Støkkhøll, og tað vil eg fegin fáa loyvi til alment at afturvísa ? tað slapp eg ikki á fundinum.
Støkk
Sjálvandi skal Støkk hava allarbestu umstøður at virka undir, tí felagið hevur havt ovurstóran týdning fyri trivnaðin í býnum í næstan hálvan mansaldur og hevur tað framvegis. Tað sigur ikki so lítið, at so at siga hvør einasta familja í býnum hevur tilknýti til felagið. Støkk hevur so at siga øll árini eisini verið eitt virkið kappingarfelag, og setir hetta støðugt nýggj krøv til nútímans umstøður. Tí er lívsneyðugt, at felagið fær nøktandi hølisumstøður, og taki eg sjálvsagt fult undir við hesi ætlan.
Sjokk
Men tað kom helst sum eitt lítið sjokk/skelkur fyri fleiri, at kommunan longu tykist meir ella minni at hava avgreitt málið, uttan at nøkur borgarakunning hevur verið yvirhøvur. Tí var tað ikki uttan grund, at eitt nú Regin Jacobsen vísti á týdningin av størri gjøgnumskygni við regluligum borgarafundum, so møguleiki er hjá okkum skattaborgarum at fylgja við og seta viðkomandi spurningar. Tað ber ikki til í einum framkomnum samfelag, at so lítið er at frætta um stórar avgerðir, sum fólkið hevur rætt til at kunnast um.
Svimjihylur
Og tað tyktist á fundinum, sum um at ætlanin um svimjihøll framvegis liggur í tí óvissa, hóast øll sýntu góðan vilja. Í skjótt farna valskeiði bar tað ikki til at byggja svimjihyl, tí bryggjukanturin skuldi útbyggjast og kommunan skuldi gera seg tilreiðar til oljuvinnuna. Eisini skuldi nýggjur barnagarður byggjast. Og nú stendur ein stór skúlabygging fyri framman umframt onnur projekt harímillum Støkkhøllin. Tí sær tað framvegis svart út fyri svimjihøll, og vit mugu helst brynja okkum við toli fleiri ár afturat. Í hesum ljósi taki eg tí undir við uppskotinum hjá Regini Jacobsen um, at langtíðarløguætlanin verður endurskoðað, raðfestingar verða gjørdar av nýggjum og borgararnir verða innkallaðir til kunningar, so øll fáa loyvi til at siga sína hugsan.