Seinnapartin verður 22. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini. Sambært skránni skuldi dysturin á Tvøroyri verið í morgin, men hann er framskundaður og verður eisini spældur í dag.
B68 hevur longu vunnið annað uppflytingarplássið. Kappingin um hitt plássið stendur millum ÍF og FSV04.
Burtursæð frá svipsaranum á Sevmýri næstseinast hevur tað gingið framúr væl hjá ÌF síðani mitt í summar. Hjá FSV04 hevur tað eftir góða byrjan í vár verið so upp og niður og síðstu tíðina mest niður.
Í dag tykist avbjóðingin serliga stór hjá FSV04, sum skal spæla í Gundadali ímóti ungu og evnaríka HB liðnum. Fyri FSV04 er tað rættuliga avgerandi, at toppskjúttin Andrzej Stretwicz verður førur fyri at spæla.
Bartal Eliasen er leikbannaður, tá ið ÍF fær vitjan av NSÍ.
Á Toftum ætla teir at taka uppgávurnar í stórum álvara, hóast liðið longu er flutt upp. Fyrsta royndin verður í dag, tá ið SÍ, sum ikki er heilt leyst av niðurflytingarvandanum, fer at vitja á Svangaskarði.
Um B36 einki stig fær á Tvøroyri, verður niðurflytingin, sum leingi hevur tókst sjálvsøgd, endaliga staðfest.
Um KÍ skal sleppa undan niðurflytingini, so er úrtøka í Leirvík ógvuliga týdningarmikil.
B68.SÍ: Bárður Mortensen kl. 15
ÍF-NSÍ: Høgni Hansen kl. 15
LÍF-KÍ: Jan Skoradal kl. 15
HB-FSV04: Rói Jacobsen kl. 15
TB-B36: Jens Petur Brattalíð kl. 14
Støðan eftir 22 umfør
B68 59 stig
ÍF 46 stig
FSV04 45 stig
LÍF 34 stig
TB 34 stig
HB 29 stig
NSÍ 25 stig
SÍ 21 stig
KÍ 17 stig
B36 8 stig