Stór bókajól í ár

Hópin av nýggjum føroyskum bókum vera við í bókasøluni til jóla. Úrvalið er fjølbroytt, søguligar og nútíðar skaldsøgur, yrkingasøvn, greinasøvn, upprunaføroyskar barnabøkur, alfrøði, yrkisbókmentir, skúlabøkur, og mangar aðrar

Turið Kjølbro


Svára fíggjarkreppan fá ár aftur í tíðina tykist ikki at hava tikið dirvið og áræðið frá høvundum, skøldum, forløgum, og øðrum, ið varða av vaksandi bókamarknaðinum í Føroyum. Hvør skuldi trúð, at seinastu tíggju árini eru umleið 1000 bøkur komnar út á føroyskum. Í miðal 100 um árið. Og gongdin letur til at halda fram. Tíbetur, hugsa øll, ið dámar væl at fáa eina góða bók í hondina.

Árið, ið nú er við at halla, er einki undantak. Høvundar og ymsu forløgini hava aftur spílað seg út við stórum og stórfingum útgávum. Og tað er um hesa tíðina, stutt fyri jól, at so at siga meginparturin av bókunum kemur. Tær, ið koma út aðrar tíðir á árinum, detta onkusvegna burtur ímillum.

Hyggja vit at úrvalinum av bókum, ið eru komnar út í ár og sum koma út tað ið eftir er til jóla, er tað rættiliga fjølbroytt. Skaldsøgur, søguligar og nútíðarligar, yrkingasøvn, søvn við greinum, upprunaføroyskar barnabøkur, alfrøði, søgufløga, føroysk spøl, og mangt annað. Ongum nýtist at fara tómhentur út úr bókahandlinum, tá ið jólagávurnar skulu keypast.


Nógv til stór og smá

Uttan iva virknasta forlagið í landinum er Bókadeild Føroya Lærarafelags. Bókadeildin gevur út meginpartin av barna- og ungdómsbókunum, onkur einstøk undantikin. Forlagið hevur eisini orku til aðrar útgávur. Í hesum árinum hevur tað givið út fløguna Søguskrínið, ein fløga við tíggju vælkendum søgum, sum flest børn kenna, og sum tey bæði Vár B. Jacobsen og Páll Danielsen lesa. Eisini hevur pláss verið fyri skaldsøguni hjá Gunnari Hoydal Dalurin fagri, ið er um uppvøksturin hjá smádronginum Pálli á bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum. Tuberklasjúkan mundi nema við hvørt einasta húski í landinum og setti sín dapra dám á fleiri ættarlið í fyrru helvt av øldini. Søgan um Páll tekur við um várið, tá ið gentan Sigrið kemur í dalin, har sjúkrahúsið stendur, og endar summarið eftir, tá ið hon verður førd úr dalinum.

Útgávuvirksemið hjá Bókadeildini er kortini fyrst og fremst bøkur til yngru lesararnar. Nakrar upprunaføroyskar barnabøkur eru komnar í ár. Í vár kom bókin Lív heldur á eftir Karsten Hoydal við tekningum hjá Óla Petersen. Høvuðspersónur í søguni er lítli Páll, sum saman við mammu, pápa og systkjum býr í eini lítlari kjallaraíbúð á sjúkrahúsinum, har pápin arbeiðir sum allahandamaður. Beint fyri páskir legst hann við kava, og pápi Páll fer saman við øðrum monnum burtur í haga at hyggja eftir seyði. Hann kemur aftur við eini hálvdeyðari ær, sum hann leggur við síðuna av ketlinum, so hon kann fáa hita í kroppin. Morgunin eftir er Páll tíðliga uppi, og fer at hyggja til ærina, og tá sær hann nakað, sum hann ikki hevði droymt um. . .

Fyrr í ár kom út smábarnakrimisøgan Barbara og tann horvna bamsan eftir Jógvan Isaksen við tekningum hjá Janusi Guttesen. Søgan snýr seg um seks ára gomlu Barbaru, ið ikki fær lagt seg, hóast tað er farið um songartíð hennara. Bamsan hjá henni er horvin. Illverður er, regnið dýkir niður, og droparnir dynja móti rútinum. Úti er bølaniða, og inni á kvistinum er skýmligt. Har situr Barbara og hugsar um bamsuna. Hon var har, tá ið Barbara fór í skúla, men tá ið hon kom heim, var bamsan horvin. Onkur frágreiðing má vera, og sum ein rættur detektivur fer Barbara til verka.

Hin útvaldi er heitið á barna- og ungdómsbók eftir Sólrun Michelsen við tekningum hjá Edwardi Fuglø. Bókin, ið er ævintýrkend søga, er um Kol. Í fyrstuni býr hann saman við foreldrum og ættfólki í lítlari bygd uppi í fjøllunum onkuntíð í fjarari fortíð. Tá ið hann er 12 ára gamal, verða tey rakt av skalvalopi, og bæði foreldur og vinfólk hjá Koli doyggja. Tey, ið eftir eru, gera av at flyta. Kol syrgir, men gentan Aya hjálpir honum burtur úr sorgini. Tvey ár seinni ger hann av at fara út í heimin og brátt verður honum greitt, at hann skal eina langa, trupla ferð. Hann fær góð ráð frá vísum fólkum og hjálparar, og hann fatar so líðandi, at hann er útvaldur at bjarga menniskjunum undan óndskapinum, ið er um at fáa alt vald har um vegir.

Á hvørjum ári koma rættiliga nógvar týddar bøkur til smábørn, størri børn og ung út. Í ár er fyrra av teimum upprunaligu bókunum um Palla Pumm, Purkil, Asnar, Kengu og øll hini dýrini eftir A. A. Milne við týðing Gunnar Hoydals komin út. Nógv ættarlið av børnum kring heimin hava frøtt seg um bøkurnar um Pumm og hini dýrini, síðani tær komu á fyrsta sinni í 1926.

Pippi í Suðurhøvum eftir Astrid Lindgren er eisini komin í árinum. Turið Sigurðardóttir hevur týtt. Pippi er enn líka sterk, og hon ger alt tað sum hon hevur hug til. Í bókini ferðast vit saman við Pippi og pápa hennara á teim sólríku Suðurhøvum.

Í sambandi við føðingardag William Heinesens í januar kemur bókin Veingjaða myrkrið út við myndum hjá Edwardi Fuglø. Bókin verður samprentað við Gyldendal í Danmark og Mál og menning í Íslandi.


Fýra bøkur frá Fonnum

Fannir hevur, øll 20 árini tað hevur virkað, verið eitt virkið forlag, er tað framvegis, og hevur givið manga bókina út, sum í fyrstu atløgu ikki er millum stóru seljararnar. Útgávurnar í ár eru ikki so nógvar í tali sum í fjør, treyðugt so, men tær eru kortini lovandi. Í vár kom skaldsøgan Rúm Alexandru eftir svenska høvundin Onnu Mattsson. Tóroddur Poulsen hevur týtt til føroyskt. Søgan er um smágentu, sum er fyri siðamisbroti. Ein nøtrandi lýsing av einum barni í svárari neyð.

Søga og stev fimta bind er júst komið. Bøkurnar byggja allar á tær útvarpssendingar, sum høvundurin Árni Dahl hevur havt um kvæði, vísur og tættir seinastu tíggju árini. Í bókini verða tíggju eldri og yngri tættir - kendir og minni kendir - viðgjørdir.

Í fjør gav Fannir út fyrsta bind í røðini av ritverkum Símunar av Skarði Streingir, ið tóna. Nú kemur annað bind, og tað er Turið Sigurðardóttir, ið leggur til rættis. Í hesari bókini eru prentaðar greinir, ið háskúlamaðurin skrivaði í føroysk bløð og tíðarrit. Í savninum eru eisini greinir um fólkatrúgv og skaldskap. Ætlanin er, at triðja og fjórða bind koma næsta ár. Í alt koma uml. 7 bøkur um ritverk Símunar.

Fjórða og seinasta útgávan hjá Fonnum í hesum umfari kemur nýggjársdag, beint upp undir 100 ára dag Williams 15. januar 2000. Hon eitur William ummælir fagrar listir. William Heinesen skrivaði, sum øll vita, bøkur sínar á donskum, men hann hevur skrivað fleiri greinir á føroyskum - um tónlist og myndlist, skaldskap og kórframførslur. Tann elsta greinin er frá 1924 og tann yngsta frá 1984. Jóhannes Enni savnaði hetta tilfarið, Marianna Debes Dahl og Árni Dahl greiddu til prentingar.


Spøl og stórar bøkur

Nógv er komið frá Føroya Skúlabókagrunni í ár og fleiri bøkur eru væntandi. Í vár gav forlagið út seks spøl, ið eru lagað til føroysk viðurskifti. Talan er um spølini Minnisspæl, Myndaspæl, At skyna á klokku, Øvut, Mær dámar at rokna og Orð og minni.

Í næstum kemur Døgurðabókin - hin reyða út. Maria Vilhelm hevur lagt til rættis. Bókin er skipað sum grøna Døgurðabókin, ið kom út á jólum 1994. Dentur er lagdur á at gera mat úr tilfari, ið er at fáa í øllum vanligum bygdahandlum, flakavirkjum og frá bóndum. Brúktar eru bæði serføroyskar og útlendskar uppskriftir.

Fyrr í ár kom bókin Rura - Rørslumenning og sansaskipan hjá føroyskum børnum eftir Tóru Tóroddsdóttir við myndum og tekningum hjá ávikavist Olav Schneider og Olivuri við Neyst. Bókin er um børn, sum hava linan kropp, orka illa, og eru óstortlig og klombrut. Annars heilt vanlig børn við góðum skili og evnum, men sera truplum gerandisdegi í skúla og spæli.

Villini súgdjór í útnorðri er bók, sum Dorete Bloch hevur skrivað og Edward Fuglø hevur gjørt myndirnar til. Bókin, sum kom út tíðliga í summar, er á høgum fakligum støði, har tilfarið er grundað á viðurkend granskingarúrslit, ið fingin eru til vega í altjóða høpi og í Føroyum.

Alfrøðin Heimsins lond er nýliga komin. Bókin lýsir hvørt landið sær, greidliga og væl, og er tí ein góður leiðvísari í londum og heimspørtum í dagsins umskiftiliga heimi. Magni Joensen týddi. Ein endurskoðað útgáva av Søgu okkara 2 eftir Christian Høj kemur út nú. Vitanin um søgu okkara er økt, og aðrar áskoðanir eru eisini á ymisk fyribrigdi í søguni. Hetta eru orsakir til, at ávísar broytingar og rættingar eru framdar. Dagføringarnar hava Jens Chr. Carlsson og Jørgin M. við Úlvsá skrivað. Edward Fuglø hevur myndprýtt.

Stuttsøgusavnið Ábal og aðrar søgur eftir Sverra Patursson við tekningum hjá Tove Askham er eisini komið. Bókin er um vinarlag, kærleika, deyða, sorg og menniskjans torgreinda sinni.

Eisini Skúlabókagrunnurin gevur bók út í sambandi við 100 ára dag William Heinesens í januar. Talan er um bókina Stjørnuyrkjarin Undir Varða, ætlað miðnámsskúlanæmingunum, og skrivað hava Kristinbjørg Høgnesen og Ann Ellefsen.


Seks frá Mentunargrunninum

Allar útgávurnar hjá Mentunargrunni Studentafelagsins í ár koma nú til jóla. Í vikuni kom yrkingasavnið Speispei spei eftir Tórodd Poulsen, ein av mest sermerktu høvundunum í Føroyum. Í hesi vikuni kemur stór skaldsøga eftir Jens Paula Heinesen Ein ódeyðilig sál - og aðrar. Í nýggju skaldsøguni um Mass Foss, Hugin, Lísbittu og mong onnur kann lesarin enn eina ferð flyta seg inn í eina fjølbroytta verð, sum er so beistaktiga lík okkara egnu.

Suðar dýpið reyða er heitið á søguligari skaldsøgu eftir Bergtóru Hanusardóttir. Bókin fer fram í 18. øld og sigur frá kvinnu, sum missir mannin og gerst góð við beiggja hansara. Tað var ikki loyvt tá á døgum og mett sum blóðskemd.

Tvey greinasøvn koma frá Mentunargrunninum, Undergroundting 2 eftir Jóanes Nielsen og Mentir og mentaskapur eftir Carl Jóhan Jensen. Tað er minni enn so altíð við mýkindum, tá ið Jóanes Nielsen leggur seg út í kjakið, men greinirnar eru altíð áhugaverdar - og ofta stuttligar. Carl Jóhan Jensen hevur fleiri ferðir órógvað tann bókmentaliga støðuhylin og fingið meira enn eina skoluna oman yvir seg. Savnið er greinir, fyrilestrar og ummæli.

Bundin av undirsjónum- um yrkingarnar hjá Karsten Hoydal er heitið á stórari bók eftir Berg Hansen. Bókin er um myndir og lívsfatan í yrkingunum hjá Karsten Hoydal við serligum atliti til elementfilosofiina hjá Gaston Bachelard. Hetta er tann drúgvasta viðgerðin av pørtum av ritverki hjá einstøkum føroyskum høvundi á føroyskum.

Mentunargrunnurin kemur við nýggjum útgávum longu í vár, eitt nú kemur eitt yrkingasavn eftir Oddfríð Rasmussen.


Onnur forløg

Nógv er eisini komið frá einstaklingum og smærri forløgum. Stiðin hevur givið út Donsk-føroysk orðabók, og tríggjar bøkur afturat koma frá forlagnum til jóla. Talan er um Norðlandslúðurin eftir Peter Dass og Julius Cæsar eftir William Shakespeare. Aksel Tórgarð týddi báðar. Umframt kemur Føroyar á einum vegamóti eftir Zcaharias Wang. Høvundurin leggur úrslitini av gransking síni fram á ein nágreiniligan hátt, sum samstundis er lættur at skilja hjá øllum, sum hava áhuga fyri tí, sum upp kemur á hesum vegamóti í søgu tjóðarinnar.

Tann einasta bókin, ið er komin frá forlagnum Sprotanum í longri tíð, er Sagnarslóðir fram við strendur. Bókin ger ferð úr landi sámanna fyri eystan til strendur inuitta fyri vestan, og frásagnirnar vísa vegin. Úrslitið av hesari ferðini eru søgur úr fimm mentanarsamfeløgum: tí sámiska, tí norðurnorska, tí føroyska, tí íslendska og tí grønlendska. Bókin hýsir søgum, sum leingi hava livað og framvegis liva á brimandi strondunum, ið randa alt Norðuratlantshav. Listafólk úr teimum fimm mentanum hava myndprýtt søgurnar. Fyrr í ár gav Sprotin út bókina Hugtøk úr Bókmentafrøði eftir Turið Sigurðardóttir.

Fjórða bókin um føroyingar, ið fóru til Grønlands at royna eydnuna Teir tóku land eftir Jógvan Arge er komin. Við sínum leikandi frásøgustíli sigur høvundurin frá tíðini í Grønlandi, og nógvar myndir stuðla upp undir frásøgnina.

Ferðin um bláu gongustjørnuna er heitið á bók eftir sjófaran Duritu Holm. 21 ára gomul legði hon til havs við seglbátinum Salka Valka, og hon sigldi í trý ár kring knøttin. Hetta er søgan um sigling, fjarskotin lond, kærleika og at gerast mamma á leiðini. Fjórða og seinasta bókin um kirkjurnar í Føroyum Nýggjari kirkjurnar eftir J. P. Gregoriussen og aðrar høvundar kemur eisini út í hesum árinum. Forlagið Tungulist gevur út bókina Traðarbókin eftir Eyðun Andreassen. Hetta er útgáva av kvæðabókini, sum Tróndur á Trøð í Skálavík byrjaði at skriva upp í 1865. Heimamissiónsforlagið gevur út bókina Hon fór út eftir Snorra Brend. Bókin er frásøgnin um ungu Katju Lamhauge, sum fekk kall at gerast trúboðari, og sum fylgir kallinum.

Hetta er bert eitt lítið úrval av bókunum, ið kunnu væntast at vera við í stóru jólasøluni í ár. Í hesum mánaðinum geva bókahandlarnir í Føroyum út yvirlit, Bókajól 99, ið gevur teim áhugaðu eina hylling av, hvat er komið út til jóla. Góð bókajól!