Stór framstig men ikki liðugt á midnátt

Tað gongur tann rætta vegin við samráðingunum millum demokratarnar og republikanararnar í USA um fíggjarlógina. Republikanski senatorurin Jon Kyl sigur í kvøld, at partarnir hava gjørt stór framstig, men at tað kemur eingin endalig semja hesumegin midnátt Washington-tíð.

Semjast teir báðir flokkarnir ikki, koma fleiri skattahækkingar í gildi í morgin, samstundis sum tær almennu útreiðslurnar verða skerdar. Ein avleiðing er, at tvær milliónir arbeiðsleysir amerikanarar missa arbeiðsloysisstuðulin.

Barack Obama, forseti, hevur lagt stórt trýst á Kongressina fyri at fáa eina semju. Samstundis vísa meiningakanningar, at teir flestu amerikanararnir vilja hava politikararnar at semjast.