Stór grind í Kalsoyarfirði

Í morgun boðaðu húsafólk frá grind.

Ein stórur bólkur av grindahvalum og springarum lá norðan fyri bygdina.

Síðan eru fleiri bólkar dotnir burturúr, og springararnir eru farin.

Av tí at tað rekur norður, er torført at reka grindina yvir móti Kunoynni, men um eina løtu vendir rákið, og tá vænta teir, tað fer at bera til at reka hana inn á Klaksvík.

Teir meta grindina nú til umleið 100 hvalir.

Leingi vóru bara tveir bátar hjá grindini, men fyri løtu síðan vóru bátarnir 8-10 í tað, frættist úr Kalsoyarfirði.