Stór konsert í Mentanarhúsinum

Kallakórið Ernir úr Íslandi fer at syngja. Tórshavnar Manskór og Fuglafjarðar Sangkór verða eisini við á konsertini

Konsert

Leygarkvøldið, 1. mai kl. 20, verður stór konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði við luttøku av manskóri úr Íslandi og Føroyum og blandaðum kóri úr Fuglafirði.
Kallakórið Ernir úr Íslandi kemur higar til lands og fer at hava konsert í Mentanarhúsinum hetta kvøldið.
Aftrat Ernir, fara eisini Tórshavnar Manskór og Fuglafjarðar Sangkór at syngja nakrar sangir.
Tey, ið hava áhuga fyri kórsangi, kunnu gleða seg til eitt gevandi kvøld undir bestu umstøðum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, leygarkvøldið 1. mai.