Eitt Boeing 757-flogfar, sum var á veg úr New York til Keypmannahavnar, misti frígjadagin eina eftirlitslúku, tá flogfarið fleyg uppi yvir Miðsælandi í 11.000 fóta hædd. Flogfarið setti seg seinni í Kastrup uttan trupulleikar. Aftaná vísti tað seg, at ein lúka, sum verður brúkt í sambandi við eftirlit, var dottin av.
Lúkan er 120 ferðir 80 sentimetrar, og kanningar hava víst, at hon datt av flogfarinum, meðan tað var á flogi uppi yvir einari leið nærhendis Holbæk.
Havarímyndugleikarnir vilja fegnir hava fatur á lúkuni, sum datt av flogfarinum, tí so ber kanska til at fáa staðfest, hví hon loysnaði.