Stór móttøka fyri Eldborg

Leygardagin kom stóra og nútímans supply-skipið hjá Supply Service í Leirvík til Føroya. Tíðliga seinnapartin hendan dagin var skipað fyri hátíðarligari móttøku á vestaru bryggju í Havn, har hópur av fólki fekk høvi at síggja skipið

Eldborg

 

Fyrsta supply-skipið av trimum, sum Supply Service í Leirvík hevur gjørt sáttmálar um at byggja, kom til landið í fagrasta summarveðri seinasta leygardag. Men skipið er ikki bara komið. Tað er eisini farið avstað aftur.

Steðgurin í Føroyum var stuttur, men á ferðini her heima eydnaðist eigarunum at vísa skipið fram, bæði á Skálafjørðinum, í Havn og úti fyri Leirvíkini, har bygdarfólkið hjá høvuðseigarunum kundu síggja skipið úti á vánni.

Sjáldan áður man so nógv fólk hava verið savnað á vestaru bryggju í Havn, sum um 14-tíðina leygardagin, tá Eldborg legði til bryggju, og røður vórðu hildnar.

Eftir røður, navngeving og sang, vórðu fólk boðin umborð at síggja skipið, sum er hitt fyrsta í røðini hjá Supply Service í Leirvík.

Næsta skipið kemur ætlandi seinni í heyst, og gongst sum ætlað, hevur Supply Service trý skip av hesum slag um ikki so langa tíð.

Órógv á fíggjarmarknaðinum hevur tó við sær, at full vissa enn ikki er um triðja skipið. Slík vinna krevur ávísa umsiting, og tí meta tey hjá Supply Service, at raksturin verður skilabetri við fleiri enn einum og tveimum skipum.

Tað var Eydna, kona Tummas Justinussen, sum gav skipinum navn, og í øðrum kasti móti skipssíðuni, fór fløskan í knús.

Osmund Justinussen er nevndarformaður í felagnum, sum eigur Eldborg, og hann var fyrstur á pallin og greiddi frá tilgongdini og gongdini við byggingini av Eldborg.

Varaborgarstóri í Tórshavnar kommunu, Bogi Andreassen, helt røðu, og tað gjørdi Fríðgerð Heinesen, sum áður hevur verið borgarstjóri í Leirvíkar kommunu, eisini.

Eftir formellu móttøkuna, fingu fólk høvi at vitja umborð á Eldborg.