Olja og búskapur
Jan Müller
[email protected]
Um so er at rakt verður við nógva olju næsta summar, so fer tað at hava positiva ávirkan á føroyska samfelagið. Hinvegin fer tað eisini at hava avleiðingar, sum vit politiskt skulu taka støðu til. Hetta sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í oljumálum, og hann heldur tað tí vera upplagt, at man politiskt slær kalt vatn í blóðið og ger skipaninar soleiðis, at tann peningur, sum kemur til samfelagið ikki fer til forbrúk og ikki verður brendur av frá ári til ár, men at gjørd verður ein langtíðarplanlegging um, hvussu oljupengarnir verða brúktir. Hetta verður neyðugt, ikki minst tí at samfelagið er so viðbrekið.
Landsstýrismaðurin er sannførdur um, at verður olja funnin næsta summar og hetta fer at hava við sær framleiðslu um nøkur ár, har peningur fer at streyma inn í landskassan, so er tað í fyrstu atløgu bara avkastið av inntøkunum vit skulu brúka. Og uppgávan hjá politikarunum er tá at fordeila oljuinntøkurnar, so tær eisini koma komandi ættarliðum til góða.
Stóra ávirkan á samfelagið
Bjarni Djurholm, sum hevur umsitið oljumál í landsstýrinum, síðani nýtt landsstýri varð skipað, ivast ikki í, at eitt møguligt oljufund næsta ár fer at fáa eina ótrúliga ávirkan á samfelagið. Inntøkurnar koma ikki beinanvegin, men ringvirkningarnir frá einum øktum virksemi koma at gera, at samfelagið fer at hava ríkiligt við pengum. Hann vísir á, at tað krevur so aftur breiðar herðar at bera góðar tíðir. Vit mugu tí ansa eftir, at samfelagið ikki fer á glið. Men slíkur útviklingur fer so eisini at skapa heilt nýggj perspektiv leggur hann aftrat.
Uppá fyrispurning í hvønn mun landsstýrið hevur kalkuerað við oljuinntøkum sum part av verkætanini 2015 sigur hann, at landsstýrið kalkulerar ikki við oljuni í hesi ætlan. Tað roknar við, at samfelagið fer at klára seg við tí tilfeingi, sum samfelagið hevur í dag og ikki minst teimum menniskjansligu. Men finna vit olju, so verður tað nakað, sum kemur aftrat.
Olja skunda undir sjálvstýri
-Fara vit at gerast sjálvstøðug tjóð ella fullveldi skjótari, um olja verður funnin í stórum nøgdum?
-Avtalan við danir kring okkara skuld til danska statin sigur greitt, at í teirri løtu føroyingar fáa inntøkur frá møguligum oljukeldum, so skulu tær fyrst mótroknast í tí skuld vit hava og harnæst mótroknast í blokkinum, so tað er eingin ivi um, at tær fíggjarligu bindingarnar millum Føroyar og Danmark koma at svinna burtur frá løtu til aðra, um stórar oljukeldur verða funnar við Føroyar. Hvat man so annars ger politiskt, skal so ein fólkaatkvøða avgera. Henda samgongan hevur lagað tað so, at tað er Føroya fólk sum til eina og hvørja tíð suverent tekur ta avgerðina. Finna vit olju, so fer tað at skunda undir sjálvstýrisprosessina.
Av og á stingur kjak seg upp um, hvørvítt føroyingar veruliga eiga ráevnini í undirgrundini. Bjarni Djurholm er sannførdur um, at føroyingar hava fullan rætt til ráevnini í undirgrundini. Vit hava eina avtalu við danska statin um, at vit hava myndugleikan yvir ráevnum í undirgrundini, og alt annað er eitt akademiskt tjak. Eg føli meg sannførdan um, at kemur samfelagið at flóta við pengum frá oljuni, so er tað bara ein spurningur um tíð, til Føroyar taka seg úr danska ríkinum. Tað liggur so ein púra greið avtala um tað. Henda samgongan hevur lagt lunnar undir ta skipanina, at tá ið føroyingar vilja taka fullveldi, so verður tað gjørt við eina fólkaatkvøðu.