Stór omanlop á Norðbergseiði

Tvey stór omanlop hava verið innanfyri 11 dagar.

Tann 4. februar løgdu hvalbingar til merkis, at omanlop hevði verið á Norðbergseiði.

 

 

Sum so er onki óvanligt í slíkum lopum. Tó kann hetta onkutíð vekja undran, ella kanska ótta, alt eftir hvussu umfatandi omanlopið er.

 

 

Lopið á Norðbergseiði var ikki av teim minstu. Men nú, 11 dagar seinni, er aftur lopið á Norðbergseiði. Sostatt hava tvey omanlop verið innanfyri 11 dagar.

 

 

Myndina omanfyri tók Claus Olsen í dag.