Stór sparing í Bretlandi

Bretski fíggjarmálaráðharrin, George Osborne, legði í dag fram kreppulógaruppskotið, sum stjórnin boðaði frá herfyri. Í uppskotinum sæst, at stjórnin hevur gjørt av at skarva 17 milliardir pund av ársins fíggjarlóg.

Stjórnin hevur funnið sparingina við at skerja nakrar útreiðslur og við at útseta nakrar almennar uppgávur.

George Osborne segði í sambandi við framløguna, at málið hjá stjórnini er, at fíggjarlógin skal hava javnvág um fimm ár. Hann segði, at vøksturin í bretska búskapinum er 1,2 prosent í ár, men at hann verður 2,3 prosent í 2011. Tað er heldur minni, enn búskaparfrøðingar hava mett.