Stór útbygging á Prentmiðstøðini

Einasta blaðprentsmiðjan í Føroyum verður útbygd í hesum døgum

 

Tey, ið lesa Sosialin, hava lagt til merkis, at blaðið seinastu dagarnar hevur verið heldur »óruddiligari«, enn blaðið plagar at vera. Orsøkin er, at stór umbygging fer fram á Prentmiðstøðini, sum Sosialurin og Dimmalætting eiga í felag.

? Í løtuni eru vit í ferð við at seta upp eitt nýtt fýrahøgt littorn, sigur Eyðun Húsgarð, stjóri á Prentmiðstøðini. Hetta tornið er tann parturin av prentsmiðjuni, sum kann prenta átta síður í Sosialstødd í litum ? við góðari dygd.

Sum nú er ber til at prenta átta síður í Sosialinum í litum. Við at »snýta« eitt sindur, ber til at prenta 12 síður, men tá er góðskan ikki heilt í lagi. Tá útbyggingin er liðug, ber til at prenta 16 síður í Sosialinum í litum í bestu dygd.


Prentsmiðjur lagdar saman

Nógv er broytt innan blaðprent í Føroyum seinastu árini. Fyri einum ári síðani vóru tvær rotatiónsprentsmiðjur í Føroyum, ein á Sosialinum og ein á Dimmalætting. Men fara vit eitt sindur longur aftur, so vóru uppaftur fleiri prentsmiðjur, sum prentaðu bløð. Dagblaðið hevði sína egnu rotatión, sum fórt í eldinum í 1989, og Fjúrtandi September hevði egna prentsmiðju, tá blaðið hevði til húsa í Vágsbotni hjá Fiskimannafelagnum.

Men miðsavnanin, ella menningin, sum onkur vil siga, hevur ført til, at tað nú bert er ein blaðprentsmiðja í Føroyum.

Fyri einum ári síðani vórðu prentsmiðjurnar hjá Dimmalætting og Sosialinum lagdar saman í eitt felag, sum eitur Prentmiðstøðin. Hendan prentsmiðja leigar hølini á Dimmalætting.

Tær bestu maskinurnar hjá ávikavist Dimmalætting og Sosialinum eru settar saman, og í hesum døgum verður so eitt spildurnýtt littorn sett upp afturat, sum ger, at Sosialurin kann prentast í 56 síðum, harav sekstan kunnu prentast í litum. Tosa vit um dimmustødd, so kann Dimmalætting prentast í 28 síðum, har av átta síður kunnu prentast í litum.


Maskinur úr Chigago

Nýggju maskinurnar hjá Prentmiðstøðini eru keyptar úr Chigago, og eru fólk frá felagnum komin til Føroya at seta maskinurnar upp. Talan er sjálvsagt um stóra umbygging, og verða samstundis aðrar ábøtur gjørdar á gomlu maskinurnar. Eisini skal nýggj elveiting leggjast inn á prentsmiðjuna, tí nýggju maskinurnar hava tørv á munandi meiri streymi, enn tær gomlu ? og so nógvan streym hava teir ikki ímyndað sær at skula brúkt, tá bygningurin hjá Dimmalætting varð bygdur miðskeiðis í áttatiárunum.

Men er so tørvurin á prenting í Føroyum nøktaður?

? Tað fáa vit at síggja. Tað vísir seg, at hvørja ferð møguleikarnir økjast, so økist tørvurin tilsvarandi, sigur Eyðun Húsgarð, sum kortini leggur dent á, at hetta fer at bøta munandi um dygdina ? og um tørvurin økist enn meira, so er einki í vegin fyri enn eini útbygging, sigur hann.


Hóast Prentmiðstøðin nú ongan kappingarneyta hevur í Føroyum, so eru fleiri kappingarneytar í Danmark, sum prenta nógv lýsingabløð, sum koma á føroyska marknaðin. Bløðini, sum verða prentað á Prentmiðstøðini eru:


Dimmalætting

Sosialurin

Oyggjatíðindi

Norðlýsið

Dagblaðið

FF-Blaðið

Trúboðin

Fregnir


Umframt prentar Prentmiðstøðin eisini fleiri lýsingarbløð, eitt nú Bónusblaðið, Balslevblaðið o. fl.

Útbyggingin á Prentmiðstøðini verður neyvan liðug fyrr enn næsta vika er farin, og verða útgávurnar hjá Sosialin tí skerdar hetta tíðarskeiðið. Men Sosialurin ætlar at prenta leygardagsblaðið í tveimum sektiónum, so pláss fæst fyri tilfarinum.