Stór útgávukonsert við Jens og Kristel Lisberg

Leygarkvøldið 12. apríl kl. 20 verður útgávukonsert við Jens og Kristel Lisberg í ítróttarhøllini á Skála. Á skránni hetta kvøld vera millum annað country, gospel og kærleiks sangir.

Umframt løg av nýggju fløguni so sum Special woman, Please relase me, sum eru nógv spældir uttanlands, verða ymisk føroysk løg sungin. Umframt nógvar kendar enskar sangir fara tey at føra fram ymisk føroysk løg. Møguleiki verður at keypa signerðarar fløgur av Jens Lisberg.

 

Fimm ár eru liðin, síðani tey seinast høvdu konsert á Skála, og tá var tiltakið sera væl eydnað. Høllin var stúgvandi full av fólki, sum hugnaðu sær stak væl.

Hesa ferð vera eins og tá fleiri av okkara bestu tónleikararum við til konsertina. James Olsen, trummur, Kim Hansen, klaver, Jákup Zachariassen, steel dobro gittar, Petur Háberg Jacobsen, rútmugittar, Krístoffur Mørkøre, bass, og Ólavur Øster, gittar. Kórið stendur av Barbaru á Tjaldrafløtti, Siggu, Malan Hansen og Fríðgerð Ellefsen. Marner Lisberg verður gestasangari.

 

Kristel hevur tilvitað valt skúlan framum sangin, men hevur tó alla tíðina miðvíst arbeitt við sangvenjingum.

Hon fer at geva fløgu út seinni - um tað verður uttanlands ella heima, er enn ikki avgjørt.

 

Ágóðin av konsertini fer til rakstur hjá Skála ítróttarfelag.

 

Atgongumerki fáast í Bakaríinum á Skála, Hjá Jórun í Klaksvík, Kunningarstovini í Havn og í Kunningarstovuni í Runavík.