Føroyski sjónleikarin, Olaf Johannesen, hevur akkurát fingið høgt virdu donsku sjónleikaravirðislønina Robert.
Robert er størsta danska sjónleikaravirðislønin.
Hann fekk virðislønina fyri besta mannliga hjáleiklut fyri leiklutin, hann hevði í Forbrydelsen 3, har hann hevur ein stóran leiklut, sum danski forsætisráðharrin, Krisian Kamper.
Tá ið tað varð kunngjørt, at hann hevði vunnið, varð sagt, at hann er ógvuliga sannførandi tá ið hann lýsir tann politiska leikpallin.
Sjálvur fekk ikki ikki verið til staðar at taka ímóti virðislønini, tí hann er í Dusseldorf, har hann spælir í Peer Gynt, sum hann hevur høvuðsleiklutin í.
Tí tók sjónleikarin, Trine Pallesen ímóti virðislønini hansara vegna, hon var eisini við í Forbrydelsen 3.
Við Kringvarpið í dag segði hann, at var spentur, men at hann skuldi á pall í kvøld, so hann fekk ikki fylgt við.
Men hann var glaður, tá ið hann var tilnevndur, serliga tí tað eru fólk í sjálvum sjónleikarayrkinum, sum tilnevna og atkvøða, so hann tekur tað, sum eitt herðaklapp.