29. apríl - í sætta umfari – var ÍF gestur hjá B36. Tá endaði tað við 4-0 heimasigri. Í dag eru fuglfirðingar aftur á veg í Gundadal.
Sum gongdin hevur verið alt hetta kappingarárið, so eru vánir fyri, at talan væl kann verða um endurtøku av tí, sum gekk fyri seg fyri stívliga trimum mánaðum síðani.
Eftir at tað leingi var trilvandi er B36 av álvara komið á lagið, nú skaðalistin er so nógv styttri, enn hann leingi var.
-Vit eiga at taka uppgávuna í størsta álvara. Tað ræður um at varðveita fokus á avbjóðingini. Dømini eru so mong um, hvussu tað kann ganga, um fokus ikki er á rætta staðnum, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.
Tað kemur illa við, at Lukasz Cieslewicz er leikbannaður. Gestur B. Dam og Bjarni Petersen eru skaddir. Eftir langan skaðasteðg eru Høgni Eysturoy og Jógvan Skeel Nolsøe tøkir aftur.
Hjá ÍF venjaranum Jákupi Mikkelsen ræður um at lyfta spælararnar og at fáa teir at rokna við møguleikanum, hóast uppgávan sær ógvuliga stór út.
Allir ÍF spælararnir eru tøkir – eisini miðvallarin Bogi Reinert Petersen, sum hevur verið leikbannaður.