Stúra fyri at hvalbingar missa alt

Ynski eru frammi um at broyta Hvalbiartunnilin, men vandi er fyri, at tað fer at forkoma øllum, var boðskapurin á borgarafundi í Suðuroy í gjár

Verður ætlanin at gera Hvalbiartunnilin broytt nú, er vandi fyri, at hann fer at detta niður fyri. Tað var ein boðskapur á borgarafundi í Salt í gjár um Hvalbiartunnilin.

 

Hvalbiartunnilin er boðin út, og sáttmálin er at kalla klárur at skriva undir, so at farast kann undir arbeiðið. Men nú hava nakrir hvalbingar gjørt vart við, at eftir teirra tykki liggur tunnilin illa fyri, har hann nú skal gerast. Teir vísa á, at í Hvalba er tað serstakliga stormhart í dalinum inn ímóti tunnilismunnanum, samstundis sum at teir halda, at tunnilin liggur ov høgt.

 

Tí halda teir, at tað er frægari at broyta linjuføringina, soleiðis at tað ikki verður farið inn ígjøgnum Dalin, men tvørtur um Dalin, tí so kunnu vindgarðar gerast fram við honum fyri at sleppa undan vindi. Samstundis fer hann at liggja væl lægri í lendinum, so at vandin fyri kava og hálku er minni enn í sambandi við tunnilin, har ætlanin er at leggja hann. Men afturfyri verður hesin tunnilin 1,6 kilometrar longri og sostatt verður hann einar 80 – 90 milliónir dýrari – men tað er leysliga mett, tí ongar kanningar eru gjørdar.

 

Tað varð eisini staðfest, at skal ætlanin broytast, má Løgtingið viðgera tað av nýggjum, og játta pengarnar av nýggjum. Og Landsverk sigur, at tað fer at taka minst eitt ár, kanska næstan tvey ár, at gera neyðugu kanningarnar, og projektið, soleiðis at tað verður klárt at skriva undir nýggjan sáttmála.

 

Og hóast eingin segði tað beinleiðis, var niðurstøðan, ímillum linjurnar, at nú er tað ov seint at gera munagóðar broytingar. Samstundis stúrdu bæði Heðin Mortensen, landsstýrismaður, og hvalbingar sjálvur, eisini fyri, at verða umfatandi broytingar gjørdar nú, er vandi fyri at tunnilin fer at verða útsettur í langsamiliga tíð.

 

Tað er at kalla klárt at skriva undir sáttmála um at fara undir tunnilin. Men víst varð á, at løgtingsval kann vera nær tað skal vera, og hendir tað, uttan at sáttmáli um tunnilin er skrivaður undir, kann alt henda. Og bæði Heðin Mortensen, og onnur, gjørdu púra greitt, at nú tunnilin er komin undir stokkin, skal tað ikki henda, at hann verður útsettur aftur. Tí skal sáttmálin gerast nú fyri at beina allan iva av vegnum, og fyri at tryggja, at tunnilin verður gjørdur nú.

 

Tað skiltist eisini á Heðini Mortensen, at vit skulu ikki vænta, at linjuføringin fer at vera broytt nakað nevnivert. Men hann sigur kortini, at fer undir tingingar við Articon, sum skal gera tunnilun fyri at vita, hvørjar broytingar, tað ber til at gera, uttan at kollrenna ætlanina. Hann vísir eisini á, at hann hevur ikki tilsøgn úr samgonguni til at brúka meiri pengar upp á Hvalbiartunnilin, enn tær 272 milliónirnar, sum eru játtaðar.

 

Niðan fyri eru nakrar myndir frá borgarafundinum í gjár