Stúra fyri eiturálopi á ferðamannaflogfør

Seinastu tíðina eru fleiri flogferðir ímillum Evropa og USA avlýstar. Orsøkin er, at myndugleikarnir stúra fyri, at al-Qaeda ætlar at nýta lívfrøðilig ella evnafrøðilig umborð á flogførum

Washington Post sigur seg hava fingið at vita frá fregnartænastukeldum, at flogrænarar ætla at nýta eitt evnafrøðiligt evni, sum kann doyva bæði ferðafólk og manning, og at teir síðani skulu ræna flogfarið og nýta tað til álop eins og tann 11. september í 2001.

Sambært blaðnum hava amerikonsku fregnartænasturnar eisini upplýsingar um, at al-Qaeda hevur ætlanir um at spræna eitt koppa- ella miltbrandvirus inni í einum flogfari, soleiðis at ferðafólkini eru lívshættisligir smittuberar, tá tey fara úr flogfarinum. Washington Post skrivar, at tað ber væl til at sleppa umborð á flogfør við slíkum evnum, uttan at eftirlitið kann avdúka tað.

Tí hava British Airways, Air France og tað amrikanska Continental Airlines mavlýst fleiri ferðir teir seinastu dagarnar, skrivar blaðið. Í evropeiskum fjølmiðlum hava avlýsingarnar ikki fingið stórvegis umrøðu, men teir amerikonsku fjølmiðlarnir hava gjørt nógv burtur úr teimum.

Washington Post veit eisini at siga frá fregnartænastukeldum, at yvirgangsmenn kunnu fara at royna at smugla eina kjarnorkubumbu yvir um Atlantshavið til USA, men hetta verður tó ikki hildið vera serliga sannlíkt.

Seinasta sunnudag avlýsti Continental Airlines eisini eina innanríkisferð ímillum Washington og Houston, og ein talskvinna hjá innanríkisráðnum váttaði seinni, at ferðin var avlýst orsakað av vandanum fyri yvirgangi ímóti flogfarinum.