Nítjanda umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er seinnapartin. AB og B68 eru á uppflytingarkós, og tey eiga bæði heimavøll ídag. Felags fyri bæði mótstøðuliðini er, at tey eru við í kappingini um heiðursmerkini.
AB fær vitjan av Víkingi, sum er á fjórða plássi, og B68 fær vitjan av KÍ, sum er næstfremst. Klaksvíkingar eru eitt stig frammanfyri B68, sum fer at lyfta seg uppum KÍ, um tað eydnast toftamonnum at vinna fulla úrtøku ídag.
Í botninum verður lyklauppgerð á Vágseiði. Felags fyri Suðringar og B36 er, at bæði liðini hava nítjan stig. Málmunurin er orsøk til, at Suðringar eru undir strikuni, og at B36 er á áttanda pássi. Stórsigurin sunnudagin á ÍF – 32-0 – er orsøk til, at B36 málmunurin er positivur - +24 – meðan hann hjá Suðringum er -18.
Giza Hoyvík vann sunnukvøldið 4-3 í Klaksvík og lyfti seg harvið eitt stig framum Suðringar og B36. Í dag er grannauppgerð í Hoyvík, har HB er gestur hjá Giza Hoyvík. Í Runavík verður oyggjauppgerð, tá ið NSÍ fær vitjan av ÍF:
NSÍ-ÍF: Áron S. Vest kl. 15.00
B68-KÍ: J. Hendrik Ellefsen kl. 15.00
Giza Hoyvík-HB: Janus Fossdalsá kl. 16.00
AB-Víkingur: Bent Tommy Linklett kl. 15.00
Suðringar-B36: Johan Petur Michelsen kl. 15.00
Støðan undan nítjanda umfari
AB 40
KÍ 36
B68 35
Víkingur 31
NSÍ 30
HB 25
Giza Hoyvík 20
B36 19
Suðringar 19
ÍF 0