Stóra tjaldið verður sett upp

Fyrsta tekin um at Summarfestivalurin nærkast, er tá stóra tjaldið verður sett upp. Í dag byrjaðu fólk at seta stóra tjaldið á Summarfestivalinum upp. Tað er tað fyrsta, sum verður gjørt.

Stóra tjaldið hevur verið karmur um manga minniliga framførslu. Har er ein serstakur og samansjóðaður stemningur.

Nógv verður eisini gjørt fyri at hava gott ljóð í tjaldinum. M. a verða ljóðteppir hongd upp.

 

Í ár skulu bólkar sum The Dreams, Tinganest og Eyðun & Terji spæl í stóra tjaldinum.