Stórabretland hevur nú góðkent koronukoppsetingina frá Oxford-AstraZeneca, og væntandi verða fyrstu koppsetingarnar við nýggha evninum framdar mánadagin.
Tað siga bretskir miðlar í dag.
Koronustøðan í Stórabretlandi er heilt álvarsom, og í gjár vóru fleiri enn 53.000 nýggir tilburðir staðfestir, og hetta er tað hægsta, ið hevur verið skrásett, síðan Stórabretland fór undir hópkanningar fyri koronu.
Stóra smittutalið hevur eisini havt við sær, at væntandi verða fleiri øki - og somuleiðis eisini fleiri milliónir bretar - klassað sum stig 4 øki. Stig 4 er evsta stigið í koronuklassingini hjá bretsku stjórnini og inniber eisini strangastu koronutilmæli.
Góðkenningin av Oxford-AstraZeneca kemur sostatt í tøkum tíma, og stjórnin hevur longu bílagt 100 milliónir skamtar, ið er nokk til at koppseta 50 milliónir fólk.
Saman við koppsetingin frá Pfizer-BioNTech verður hetta nokk til at koppseta alt bretska fólkið, sigur bretski heilsumálaráðharrin, Matt Hancock, sambært BBC.
Um 600.000 bretar eru longu koppsettir fyri koronu.