Týdningarmesta uppgávan hjá Kjartani Hoydal í sínum nýggja arbeiði sum stjóri í NEAFC í London er at tryggja, at fundirnir eru væl skipaðir og at allir upplýsingar eru tøkir, so limalondini kunnu taka nakrar avgerðir. Týdningarmesti fundurin er vanligi ársfundurin í november, tá kvoturnar fyri 2002 verða ásettar. Tað skal vera semja millum strandalondini, um hvussu stór heildarkvotan skal vera. Og her er tað ósemjan teirra millum um svartkjaftin, sum er orsøkin til, at kvotan har enn bert er vegleiðandi. Har er so eisini spurningurin um býti innan og uttan fyri 200 fjórðingar.
-Tað var gott, at avtala fekst um makrelin, og at man steðgaði fiskiskapinum í altjóða sjógvi eftir sild. Men svartkjafturin er helst tann størsti stovnurin, sum vit hava áhuga í og sum vit fiska mest av. Stóri spurningurin í løtuni er tí stríðið um svartkjaftin, tí strandalondini kunnu ikki blíva samd um, hvussu man skal býta hann millum sín. Fiskiskapurin er nakað vaksin og er helst størri enn hann eigur. Hetta heldur Kjartan Hoydal eigur at koma uppá pláss skjótast, og fyri Føroyar er tað serliga týdningarmikið, tí vit hava allar fyrimunir av einum stórum stovni. Tað hevur sera stóran týdning fyri Føroyar, at stovnurin verður væl røktur og at tað tí verður ásett ein heildarkvota, sum verður býtt millum londini og sum man kann húsast við sjálvur.
-Í dag er bert ein vegleiðandi kvota á svartkjafti, og sum ikki bindir londini. Hon er uppá leið 650.000 tons. ICES mælir til niðurskurð í heildarkvotuni. Tað sær út til at henda lítið millum strandalondini í løtuni og mugu vit bara vóna, at har fer at henda okkurt. Man skuldi trúð, at tá man kann semjast um markelin og sildina, so átti man eisini at kunnað tað við svartkjaftinum.
Svartkjafturin hevur sum er eisini stóran týdning fyri føroyska landsbúskapin, tvs. fyri nótaskipini, sum býtisfiskur við onnur lond og nú eisini fyri surimiframleiðsluna umborð á Nærabergi. Tað sær ikki mætari út enn at nettupp svartkjafturin verður ein av teimum uppgávunum, sum Kjartan Hoydal í arbeiði sínum á NEAFC-skrivstovuni í London kemur at hava nógv við at gera. Nær ein loysn fer at koma í tí spurninginum ber enn ikki til at svara.