Stóran týdning at fáa ordiliga veðurstøð í Føroyum

Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, er púra samdur í, at føroyska veðurtænastan er ikki nóg góð

Tað hevur ongin ordilig veðurtænasta verið í Føroyum, síðani Petur Skeel Jacobsen legði frá sær fyri aldur fyri nøkrum árum síðani.

Og Petur Skeel er púra samdur í, at veðurtænastan í Føroyum er ikki nóg góð.

Eisini hann hevur varnast, at veðrið av og á er verri enn hann hevur sagt.

Hann heldur ikki, at tað er so øgiliga ofta.

? Men tað eigur slett ikki at koma fyri, leggur hann afturat.

Tær veðurforsagnir, sum føroyingar nú hava, verða gjørdar á Dansk Meteorologisk Institutt, DMI, í Keypmannahavn.

? Her verða tær so týddar til føroyskt og lisnar upp í útvarpi, sjónvarpi og inn á bandsvararan hjá veðurstøðini

Hinvegin dugur hann ikki at skilja, hví veðurforsagnirnar fyri Føroyar eru so óálítandi.Tí á DMI skuldu tey havt øll neyðug amboð til at gjørt eina heilt neyva forsøgn, sigur Petur Skeel Jacobsen.

Men hann vil ikki gera viðmerkingar til um hann er samdur við skiparan á Sancy, sum í greinini omanfyri heldur, at Á DMI verður ikki hugsað so nógv um at gera neyvar forsagnir um Føroyar.


Kundu altíð ringja

Petur Skeel Jacobsen sigur, at tá ið hann fór frá, mælti hann til at byggja føroysku veðurtænastuna út, heldur enn at niðurleggja hana

? Ein veðurtænasta við einum veðurfrøðingi kostar um 500.000 kr. um árið. Einar 250.000 kr. fara til løn og hinar 250.000 kr. eru satelittkort og annað.

Tá ið hann var veðurfrøðingur, var veðurstøðin opin frá kl. 8 til 16 um dagin.

Petur Skeel sigur, at hann mælti til at seta ein veðurfrøðing afturat, so at støðin eisini kundi vera opin um kvøldið. Ístaðin varð hon, sum sagt, niðurløgd.

Hann heldur, at tað hevur stóran týdning at hava eina veðurstøð í landinum, sum kann lata forsagnir frá sær við stuttum millumbili, tí serliga um veturin skiftir veðrið skjótt.

Hann heldur eisini, at tað er ein sera stórur tryggleiki í at hava eina støð, sum man altíð kann ringja til fyri at fáa tær allarfeskastu forsagnirnar nakrar tímar fram.

? Tað kann bæði bjarga einum degi hjá einum útróðrarmanni t.d., ella forða fyri, at yvirhøvur loysir og kemur sær í óføri. Og tað kann sjálvandi eisini gera, at skip fáa stundir at bjarga greiðum, - og sær sjálvum- um óveður skuldi brostið á, óvæntað.