Stóran týdning fyri Klaksvík

– Atlantic Fair hevur sera stóran týdning fyri Klaksvík. Eg haldi, at messan hevur ment seg og er vorðin meira spennandi fyri hvørt ár, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Tað var borgarstjóri, sum bjóðaði vælkomin til Klaksvíkar, áðrenn Aksel V. Johannesen, løgmaður, setti stevnuna fyrrapartin í gjár.

– Eg haldi, at ein stevna, sum skal eydnast, skal geva teimum ymisku fyritøkunum nakrar avtalur í hús. Fyritøkurnar koma aftur og aftur, og tað vísir, at stevnan hevur stóran týdning, sigur Jógvan Skorheim.


Fiskivinnuhøvuðsstaður

– Vit kalla okkum fyri fiskivinnuhøvuðsstað Føroya. Tað hevur eisini nógv at týða fyri vinnulívið at møtast við øðrum á hesum staðnum. Vit hava góðar umstøður at hava eina tílíka ráðstevnu, og tað er upplagt, at hon liggur her. Tað gevur eisini nakað til býin, at so nógv fólk eru í býnum hesar dagarnar, sigur Jógvan Skorheim.

Vónar fleiri fyritøkur

Tað er nógv vinnulív í Klaksvíkar kommunu, og borgarstjórin roynir at skapa góðar karmar fyri vinnuna.

– Vit gera nógv fyri, at fortreytirnar hjá vinnuni skulu vera so góðar sum gjørligt. Vit hava til dømis fingið eina av heimsins størstu smoltstøðum at liggja í kommununi, og tað eru vit sera glað fyri. Nú eru vit í gongd við at útstykkja fleiri vinnuøki, so at fleiri fyritøkur kunnu búseta seg í Klaksvík. Vit ætla millum annað at leingja Norðhavnina, sigur Jógvan Skorheim.

15.000 fermetrar á Borðoyarvík

– Tað, sum hevur verið størsta avbjóðingini seinastu árini, er, at nakrar av teimum fyritøkunum, ið einaferð vóru lítlar, hava vaksið seg stórar og tí hava tørv á meira plássi. Onkur ætlar at byggja stórt, og tí mugu vit fáa nýggj stór vinnuøki í kommununi. Vit vilja eisini gera fortreytirnar fyri, at aðrar vinnufyritøkur kunnu koma higar. Vit vilja gera tað soleiðis, at vit eisini fáa fleiri inntøkur til kommunukassan, sigur Jógvan Skorheim.

Nýggja vinnuøkið verður staðsett á Borðoyarvík. Har er ein bátahylur í dag, men farið verður longur út eftir arminum. Talan er um 15.000 fermetrar av vinnuøki í fyrstu atløgu. Men møguleiki er tó at víðka í framtíðini.

Les eisini: 192 framsýnarar á vinnumessu