Bøn:
Í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans!
Góði Heilagi Faðir! Vit siga tær lov og tøkk fyri ,at tú hevur givið okkum lyfti um, at har tvey ella trý eru komin saman í navni tínum, har ert tú sjálvur til staðar.
Nú biðja vit teg um, at tú við tínum Heilaga Anda má nema við hjørtu okkara og gera tey still og før fyri at taka ímóti tí orði, sum verður boða her í dag. Amen!
Hetta heilaga evangeliið stendur skrivað hjá Matteusi evangelisti 6 kapitli vers 24-34
Heilagi Faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð til okkara í dag. Orð títt er sannleiki, lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og til sælu. Amen!
Í einari andaktsbók, sum eg havi standandi heima, er eitt lítið brot yvir dagsins tekst. Tað stendur soleiðis skrivað: Stúranin bankaði upp á hurðina. Trúgvin lat hurðina upp. Har var eingin.
Tað sum hetta lítla brotið sigur okkum er, at stúran er tað sama sum vantrúgv. Í Trúarinnar Landi er ikki rúm fyri stúran.
Og samsvarar hetta ikki væl við tað, sum Jesus sigur í evangeliitekstinum í dag?
Jesus sigur við lærusveinarnar, at teir skulu ikki vera sum heidningarnir og ganga runt fyltir av stúran, nei, tvørturímóti so skulu teir líta á, at himmalski pápi teirra veit júst hvat teimum tørvar og ynskir at geva teimum tað.
Fyri at vit skulu síggja, hvussu dýrabær vit eru í Guds eygum, fyri at vit skulu síggja, hvat ómetaligt stórt virði vit hava, so brúkar Jesus tað, sum vit ikki rokna fyri nakað sum helst, sum kontrast: Liljur, fuglar og gras. Men tað sum í eygum okkara stendur niðast á virðisskala’inum, tað sær Gud, og tað tekur Gud sær av. Hann sigur jú sjálvur, at tað fellur jú ikki ein spurvur til jarðar, uttan Gud vil tað. Og hann sigur víðari at: hjá tykkum eru eisini hárini á høvdinum tøld.
Um vit ímyndaðu okkum, at Jesus stóð frammanfyri okkum her í dag, og hann skuldi fingið okkum at hildið uppat við at stúra, so hevði hann møguliga sagt soleiðis: Tú, tú veit, at eg gekk í deyðan fyri teg. Eg gav lív mítt fyri at bjarga tær, hvussu kanst tú so ganga runt og stúra fyri lívi tínum. Lítur tú ikki á, at eg fari at hjálpa tær? Lítur tú ikki á, at tað eri Eg, sum haldi í hond tíni og sum beri teg, tá ið tú ert um at hokna?
Men vil Jesus siga við okkum, at vit als ikki eiga at stúra? Er Hann ikki í so provokerandi? Er tað ikki júst ein menniskjaligur eginleiki at stúra? Kunnu vit yvirhøvur lata vera við tí? Tað er jú so nógv ólukka til í heiminum. Kríggj, náttúruvanlukkur, terrorisma og so víðari og so víðari. Hvussu kann Jesus so siga við okkum, at vit ikki skulu stúra. Jú, tað er nokk at stúra fyri í dag. Men Jesus sigur í evangelium at:” alt hetta stúra heidningarnir fyri”.
Jesus ynskir í dag at geva okkum heilivág ímóti stúranini. Og tað ger hann á tríggjar hættir. Jesus tosar til vit okkara, til kenslur okkara og til vilja okkara. Til vitið sigur Hann: ” hvør av tykkum kann leggja eina alin afturat ævi síni við at stúra?” og tað vita vit jú eisini væl, sum intelligent menniskju, at tað kann als ikki lata seg gera at leingja um lívið við at stúra. Nei, stúranir eru til onga verðsins nyttu. Man kundi samanborið tað við at renna á einum rennibandi. Man rennur og rennur men kemur ongan veg. Einki verður betri av, at vit stúra.
Men Jesus tosar eisini til kenslur okkara. Hann sigur: ”hyggið eftir himmalsins fuglum og liljunum á markini”. Vit hugsa nokk: ein fuglur frá ella til, ella ein blóma frá ella til, tað hevur jú ongan týdning. --Men Gud klæðir liljurnar og Gud føðir fuglarnar. Tí áttu vit at verið sannførd um, at tá ið Gud bæði hevur umsorgan fyri liljum og fuglum, hvussu mikið meira so ikki fyri okkum? Hansara dýrabaru skapningar, sum hann hevur keypt og goldið fyri við blóðinum hjá soni sínum?
Til seinast tosar Jesus til vilja okkara, tá ið hann sigur: Søkið fyrst Guds ríkið og rættvísi hansara, so skal alt annað verða givið tykkum umframt. Hetta er Jesu svar uppá hvussu vit kunnu sleppa undan stúranini: við at leggja tær í Guds hendur. Og hetta gera vit í bønini. Tí bøn er ein tilvitað gerð, har man velur at leggja alt í Guds stóru og veldigu hendur, og tað er í tí løtu, at vit koma at kenna, hvat tað er, Hann hevur vunnið fyri okkum á Golgata og hvør tryggleiki tað er at vera barn Hansara, og tá eru vit uttan stúran, tí vit hava ognað okkum tað í trúnni á Hann. Í hesum førinum eiga vit at brúka Jesus sum dømi. Tá ið Jesus var í Getsemane, var Hann í einari støðu, har Hann hevði alla góða orsøk at stúra, men í staðin so søkti Hann fyrst Guds ríki og rættvísi Hansara. Og hvussu gjørdi Hann tað? Jú, Hann bað: Faðir mín, um tað er møguligt, so lat hetta bikar fara mær framvið. Tó ikki sum Eg vil, men sum Tú vilt.
Í bønini Faðirvár, sum Jesus sjálvur lærdi okkum at biðja siga vit: gev okkum í dag okkara dagliga breyð. Luther tulkar hetta á henda hátt og sigur: at Gud gevur okkum alt, sum okkum er tørvur á til lív og likam. Men høvuðsorðið í hesi bønini er júst ”dagliga”. Vit biðja ikki um breyð til fleiri dagar, vikur ella mánaðir fram í tíðina. Nei, ein dag í senn. Tankin er tann, at vit skulu liva í nú’inum. Ikki í fortíðini, ikki í framtíðini, men her og nú. Og tað er bert, tá ið vit liva í nú’inum, at vit veruliga liva. Kirkegaard sigur: um mann er fyltur av stúran og antin livir í framtíðini ella fortíðini, so livir mann als ikki. Tí mann livir bert í nútíðini. Fortíðin hevur verið og er liðug, framtíðin er ikki komin enn, tað er bert nú í hesu løtu, at mann er til, og er mann ikki har, so livir mann ikki. Jesus vil við øðrum orðum hava okkum at leggja lív okkara í Guds hendur í bønini um dagligt breyð, tí tað er bert soleiðis, at vit kunnu leggja allan ótta og stúran í Guds hendur.
Stúranin bankaði upp á hurðina. Trúgvin lat upp. Har var eingin. Amen!
Teksturin
Matteus kap. 6, ørindini 24 og 34:
“Eingin kann tæna tveimum harrum; tí at annaðhvørt vil hann hata annan og elska annan, ella vil hann halda seg aftur at øðrum og vanvirða annan. Tit kunnu ikki tæna Guði og mammon.
Av hesi søk sigi eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu fáa at eta, og hvat tit skulu fáa at drekka; ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fáa at fara í. Er ikki lívið meiri enn maturin og likamið meiri enn klæðini?
Hyggið at himmalsins fuglum; teir sáa ikki, ei heldur teir heysta og bera ei heldur saman í løður, og himmalski faðir tykkara føðir teir; eru tit ikki mikið meir verdir enn teir?
Men hvør tykkara kann við at stúra leggja eina alin aftur at ævi síni?
Og hví stúra tit fyri klæðunum? Gevið tykkum far um liljurnar á markini, hvussu tær vaksa; ikki tær arbeiða, ei heldur tær spinna;
men eg sigi tykkum, at ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var skrýddur eins og ein teirra.
Men tá ið nú Guð soleiðis klæðir grasið, sum í dag stendur á markini, men í morgin verður blakað í ovnin, man hann tá ikki mikið meir klæða tykkum, tit fátrúnu?
Tí eiga tit ikki at stúra og siga: Hvat skulu vit fáa at eta? ella: Hvat skulu vit fáa at drekka? ella: Hvat skulu vit fáa at lata okkum í?
Tí at eftir øllum slíkum søkja heidnir menn; og tí at himmalski faðir tykkara veit, at tykkum tarvast alt slíkt. HYPERLINK "http://www.bibelselskabet.dk/farbib/web/matt/ch6/v33.htm" "Notes" v33 Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt.
Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin; tí at morgindagurin man stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í síni plágu.