Í compound kappingini hjá monnum var Jóannes Poulsen (Ørvur) stórfavorittur. Í tvær kappingar á rað hevur hann sett føroyskt met í innleiðandi umfarinum, fyrst við 586 stigum fyri tveimum vikum síðani og so við 587 stigum í kappingini í Runavík fyri góðari viku síðani.
Í FM í Miðvági leygardagin fekk hann 583 stig í innleiðandi umfarinum, sum var gott nokk til at taka fyrsta plássið. Nikkel Petersen (Ørvur) fekk 574 stig, Kaj Johannesen (Ørvur) fekk 565 stig, Jógvan Niclsen (Tambar) fekk 563 stig, Anja Eydnudóttir (Vágaskot) fekk 555 stig og Rakul Dam (Tambar) fekk 525 stig.
Í fjórðingsfinaluni vann Kaj Johannesen 144 – 136 á Rakul Dam, meðan Jógvan Niclasen vann 142 – 141 á Anju Eydnudóttir.
Hvørgin teirra megnaði tó at gera nakað við Jóannes Poulsen og Nikkel Petersen. Jóannes Poulsen vann 145 – 143 móti Jógvani Niclasen, sum tó lá á odda ein part av dystinum, meðan Nikkel Petersen vann 144 – 139 móti Kaj Johannesen.
Bronsufinalan va so jøvn, at hon mátti avgerast við einum shootoff, tað vil siga at hvør luttakari skjýtur ein píl, og tann, sum er nærri miðjuni vinnur. Leygardagin gjørdist tað Jógvan Niclasen, sum tí fekk bronsuheiðursmerki.
Í finaluni livdi Jóannes Poulsen upp til favorittleiklutin og vann 147 – 144 á Nikkeli Petersen.
Í recurve vóru fimm luttakarar. Eggaba Andreasen úr Vágaskot var stinnastur í innleiðandi umfarinum og fekk 532 stig. Øddmar Nielsen (Ørvur) fekk 522, Jastrid Mathea Jensen (Vágaskot) fekk 509, Sirið Rein (Tambar) fekk 463 og Jógvan Petersen (Ørvur) fekk 438.
Sirið Rein og Jógvan Petersen skuldi tí kappast um at vinna seinasta plássið í hálvfinaluni. Sirið Rein vann tann dystin 6 – 2.
Í semifinaluni vann Eggaba Andreasen 6 – 0 móti Sirið Rein, meðan Oddmar Andreasen og Jastrid Mathea Jensen máttu út í shoot-off fyri at finna vinnaran, sum at enda gjørdist Oddmar.
Jastrid Mathea vann bronsufinaluna móti Sirið 6 – 2, meðan Oddmar í finaluni kláraði at koppa Eggaba, vann dystin 6 – 4 og tí eisini føroyameistaraheitið.
Gjøgnum allar 8 kappingarnar, sum BSKF skipar fyri telja fimm tær bestu við sum Grand Prix úrslit. Fyri hvørja kapping, sum telur við í Grand Prixinum veða stig latin, og verður hettar talt saman og heiðrað við heiðursmerki og ferðasteypi á síðstu kappingini.
Úrslitið fyri veturin 2017/18 gjørdust hesi:
Compound:
Jóannes Poulsen (Ø) – 35 stig
Nikkel Petersen (Ø) – 29 stig
Kaj Johannesen (Ø) – 18 stig
Steypið er latið av JimS Gólválegging
Recurve:
Oddmar Nielsen (Ø) – 35 stig
Eggaba Andreasen (V) – 29 stig
Jastrid Mathea Jensen (V) – 24 stig
Steypið er latið av Grevstur & Planering v/Eggaba Andreasen