Stýrið í Atlantis leggur kongin

Stýrið fyri Mentanarhúsið Atlantis heldur seg ikki kunna virka við skerdu játtanini til húsið, og hava stýrislimirnir tí sagt seg úr sessunum


Í skrivi í gjár til borgarstjóran í Klaksvík, Gunvá við Keldu, kom stýrið fyri Mentaranhúsið Atlantis við soljóðandi fráboðan 


"Undirritaðu stýrislimir fyri Grunnin Mentanarhúsið Atlantis hava í dag á fundi tikið avgerð um at siga okkum frá sum stýrislimir frá 1. mai 2009 at rokna. 


Henda avgerð er tikin, eftir at býráðið á fundi hin 29. apríl 2009 gjørdi av at skerja játtanina til grunnin í inniverandi ári við kr. 100.000,-.

Stýrið hevur í samband við viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2009 gjørt vart við, at ikki bar til at skerja játtanina til Atlantis við meira enn kr. 50.000,-. Hetta bleiv eisini gjørt, tá játtanin fyri 2009 varð minkað við kr. 50.000,-. 


Avgerðin hjá býráðnum, um nú aftur at minka játtanina við kr. 100.000,- í samband við endurskoðaðu fíggjarætlanina hjá Klaksvíkar Kommunu, hevur við sær, at stýrislimirnir staðfesta, at tað ikki er møguligt at hava ein framhaldandi rakstur av stovninum. 


Tá Klaksvíkar Kommuna hevur eina aðra fatan av støðuni enn undirritaðu stýrislimir, so lata vit tað upp í hendurnar á kommununi sjálvari at gjøgnumføra sínar ætlanir. 


Í stýrinum hava sitið Nikolina Olsen, forkvinna, Súsanna Olsen og Fróði 

Løkságarð, nevndarlimir.

Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá borgarstjóranum áðrenn blaðið fór til prentingar