Higartil hevur stóra felagstiltakið hjá teimum trimum ítróttargreinunum roynst so væl, at tað tykist vera ein sjálvfylgja, at tað verður endurtikið. Badminton og borðtennis byrjaðu tað í 2006, og árið eftir kom judo uppí. Fyrstu árini var stóri FM-finaludagurin í Badmintonhøllini í Havn, men í ár er tað annað árið á rað, at ítróttarhøllin á Hálsi hýsir tiltakinum, sum tey rópa Nema FM.
Lagt verður til brots longu klokkan 9.30 í morgin, og síðani verður hildið fram ígjøgnum allan dagin, tí ikki færri enn 16 finalur eru á skránni. Sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir beinleiðis seinnapartin, og um kvøldið verður so gallaveitsla, har tey bestu í badminton, borðtennis og judo verða heiðrað við herðaklappi.
Nógv verður gjørt burturúr umstøðunum kring kappingarnar, so bæði tey íðkandi og áskoðarar fáa eina ógloymandi heildaruppliving, samstundis sum tey, ið varða av einari av ítróttargreinunum, óivað eftir loknu finalurnar vita munandi meira um hinar báðar greinarnar.