- Stúri ikki fyri at fara til verka aftur

Bæði sum kvinna og sum prestur kennir Elsa Funding seg illa viðfarna av rákinum, ið fer fram innan kirkju okkara í dag. Hon heldur, at hetta ógvusliga høgravenda rákið er komið til Føroya við teimum ungu prestunum, ið hava verið knýttir at Dansk Bibel Institut. Og hon undrast stórliga yvir, at tað skal bera til hjá fólkum, ið umboða fundamentalistisku bíbliuuppfatanina hjá Dansk Bibel Institut at standa teologiskt embætisprógv við lærda háskúlan. Men Elsa stúrir ikki fyri at fara undir aftur prestastarv, hóast hon er kvinnuligur prestur og stórur partur av stíðnum innan kirkjuna snýr seg um kvinnuligar prestar

John Johannessen

Elsa Funding gjørdist fyrsti kvinnuligi presturin í Føroyum, tá hon í 1977 fekk starv sum prestur í Hvalba. Og í prestatíð síni, merkti hon als einki til nakra mótstøðu ímóti kvinnuligum prestum. Hon greiðir frá, at hon varð væl móttikin allastaðni, har hon kom í sínum starvi, og samstarvið við Johan Weihe, formannin í samfelagsráðnum hjá Heimamissiónini, ið um sama mundið var prestur á Tvøroyri, var fyrimyndarligt.


Varin í fyrstuni

-Áðrenn eg søkti starvið í Hvalba, ráðførdi eg meg við Eivind Vilhelm, varabisp, um hann helt tað vera ráðiligt hjá mær at koma heim aftur og virka sum prestur.

Eivind Vilhelm svaraði, at hann sjálvandi ikki kundi svara fyri kirkjuráðslimirnar, men hann bað Elsu søkja starvið í Suðuroyar norðara prestagjaldi, sum tá var lýst leyst.

Elsa so gjørdi, og varð innstillað við stórum meiriluta. Hon fekk starvið fram um ein danskan mann, og hoyrdi aldri eitt ilt orð um, at hon var kvinnuligur prestur. Tí heldur Elsa Funding tað vera heldur vági av Niels Paula Danielsen í fjølmiðlunum at taka Johan Weihe sum stuðul fyri mótstøðuni móti kvinnuligum prestum. Tí hennara prestasamstarv við Johan Weihe í meira enn sjey ár mótprógvar hesum, so tað forslær.

-Eg veit ikki, um suðuroyingar líkjast burtur úr øðrum føroyingum, men eg var prestur í Suðuroynni frá 1977 til 1984, uttan at nakar nakrantíð bar upp á mál, at eg var konufólk og samstundis starvaðist sum prestur. Síðani var eg eisini í Norðoyggjum í trý ár sum avloysari, meðan Niels Pauli Danielsen var í landsstýrinum, og heldur ikki har kom nøkur viðmerking um, at eg sum kvinna starvaðist sum prestur, vísir Elsa Funding á.


Óhugnaligt rák

-Bæði sum kvinna og sum prestur kenni eg meg illa viðfarnan av rákinum, ið fer fram innan kirkjuna í dag. Teir, ið koma fram við hesum, eru teir ungu prestarnir, ið hava lisið á Dansk Bibel Institut, og síðani stuðlar Niels Pauli Danielsen teimum, hóast hann alla tíðina sigur seg kunna góðtaka slíkt, ið teir fordøma.

Elsa Funding sigur, at talan er um eitt óhugnaligt høgrarák innan føroysku kirjuna. Hon vísir somuleiðis á, at hetta rákið ikki bert fer fram innan kirkju okkara, men eisini í kirkjum uttanum okkum.

-Hetta rákið er komið til Føroya við teimum ungu prestunum, ið hava verið knýttir at Dansk Bibel Institut. Eg undrist stórliga yvir, at tað skal bera einum til, ið umboðar fundamentalistiku bíbliuuppfatanina hjá Dansk Bibel Institut at standa teologiskt embætisprógv við lærda háskúlan, sigur Elsa Funding, ið er innstillað sum nýggjur prestur í Suðuroyar Sunnara prestagjaldi.

-Tá eg starvaðist sum prestur í Hvalba frá 1977 til 1984, segði Johan Weihe, at ein og hvør sjálvur mátti avgera, um hann var fyri ella ímóti kvinnuligum prestum. Hetta var ikki nakað, ið føroyska Heimamissiónin fór at gera reglur fyri. Eg eri vís í, at Heimamissiónin í dag enn letur avgerðirnar upp til hvønn einstakan, og tískil ikki stendur savnað aftan fyri Olofson. Tey, ið halda við Olofson og teimum nýggju prestunum, hoyra til ein ávísan høgravong og stóran minniluta innan kirkjuna, sigur Elsa Funding avgjørd.


Væntar gott samstarv

Væntandi verður Elsa Funding sett í starv, sum prestur í Suðuroyar Sunnara Prestagjaldi í juni í ár. Og tað er eingin loyna, at Hvalbiarprestur, Andreas Andreasen, ið hon tá kemur at arbeiða saman við, er ein av teimum prestunum, ið hava skrivað undir brævið til bisp, har kravt verður, at Peter O. K. Olofson skal fáa fult ræði yvir kirkjunum í prestagjaldi sínum undir hámessuni. Somuleiðis hevur Andreas Andreasen eisini skrivað undir kæruritið um bisp, ið hann saman við Sverra Steinhólm, Bergi Debes Joensen, Hans Eiler Hammer og Niels Paula Danielsen hevur sent Kirkjumálaráðnum.

Men Elsa Funding stúrir ikki fyri samstarvinum við Andreas. -Eg havi ikki tosað við hann um hetta sjálv, men sum eg skilji, er Andreas Andreasen ikki ímóti kvinnuligum prestum. Orsøkin til, at hann mótmælir bispi er, at hann stuðlar teirri áskoðan, at Olofson eigur at fáa fult ræði á øllum kirkjunum í prestagjaldi sínum í hámessutíðini.

Elsa Funding leggur afturat, at hon nakrar ferðir hevur hitt Andreas Andreasen, og heldur hon hann vera eitt dámligt fólk. Hon ivast ikki í, at tað fer at bera væl til hjá teimum báðum at samstarva. Men Elsa er ikki samd við áskoðanum Andreasar viðvíkjandi "rættinum" hjá Olofson til kirkjuna.


Klokkutíðirnar nakað fjas

Elsa Funding heldur tað vera fjas, tá Olofson sigur, at hann skal hava fult ræði á kirkjunum í prestagjaldinum í vanligari kirkjutíð, hámessuni, og at aðra tíð á degnum kann hann liva við, at kvinnuligir- og aðrir prestar, ið ikki hóska honum, prædika. -Eftir mínari fatan, skilir Olofson ikki, hvat føroyska deknaguðstænastan í roynd og veru er. Hetta haldi eg eisini kom rættuliga væl fram í Fimmaranum herfyri. Tað, ið ávikavist Marjun Bæk og Jákup Reinhert Hansen søgdu um hetta mál, lýsti hesa tænastuna væl, sigur komandi vágsprestur.


Best um Olofson fór

Spurd, hvat hon heldur, at stríðið innan føroysku kirkjuna fer at hava við sær, svarar Elsa Funding, at tað torir hon ikki at meta um. Men hon heldur, at tað besta, ið eftir hennara tykki kundi hent føroysku kirjuni í løtuni var, at Peter O. K. Olofson slapp sær burtur úr kirkju okkara. -Men tað letur ikki til, at hann sleppur sær avstað, tí sum vit hoyrdu í Fimmaranum, so dugdi hann ógvuliga væl at balla svarið inn, tá hann varð spurdur, um hann sigur seg úr starvi 1. juni, sum hann áður hevur boðað frá, sigur Elsa Funding.

Við royndum sínum sum konufólk og prestur, heldur Elsa Funding seg ikki taka munnin ov fullan við at siga, at Peter O. K. Olofson er atvoldin til hesa klandursstøðu, sum lýtir føroysku kirkjuna í dag, og sum kirkjufólk flest eru sera hørm um. Elsa Funding minnist, hvussu kløkk og illa við, hon gjørdist, tá Olofson í útvarpinum segði seg vera umboðsmann teirra, sum við Skriftini í hond, ikki vildu góðtaka kvinnur í prestastarvi. Hetta førdi hann fram, tá ið hann bert hevði verið ein krákumánaða í Føroyum.


Stúrir ikki

Elsa Funding sigur at enda, at hon als ikki stúrir fyri at fara undir aftur prestastarvið, hóast nógv leikar á. Men hettar er norðanfjørðs. Nýggi »gamli« Suðuroyarpresturin gleðir seg til at koma til Vágs, og aftur at liva í sátt og semju við suðuroyingum.