Stýrimaðurin gjørdist venjari

Íf hevur í ár styrkt um venjarapartin kring liðið. Afturat roynda Petur Simonsen hevur felagið nú eisini Símun Eliasen. Stýrimaðurin í verjuni skal nú í enn størri mun vera longdi armurin hjá venjaranum

Hann hevur altíð verið ein av teimum, sum hevur rópt og dirigerað nógv á vøllinum. Síðani hann fyri á leið 15 árum síðani spakuliga byrjaði at lukta til besta ÍF-liðið, hevur Símun Eliasen verið ein av teimum, sum bygdartosið í Fuglafirði hevur snarað um, tá tosað hevur verið um fótbólt. At nøkur ár síðani eru nýtt uttanlands í samband við lestrarørindi og síðani í HB, er kanska meira tað, sum hoyrir við í dagsins útgávu av spælinum við leðurkúluni. Og heldur enn at ilskast um tað, so mundu tey kring ÍF bara fegnast, tá tað fyri góðum ári síðani stóð greitt, at Símun nú aftur skuldi spæla við ÍF.
                      Seinnu árini hevur hann kanska virkað sum verjustýrimaður heldur enn miðvallarslítari, men týdningurin fyri liðið er neyvan minni av teirri orsøk. Skjótleikin er ikki vorðin størri við árunum, og kilometratalið, sum verður lagt afturum, er kanska eisini minkað. Men evnini at stýra bæði við- og mótspælarum eru framvegis framúr, og tí var hann - hóast drúgva niðurtúrin, sum liðið hevði - ein av grundstuðlinum í stríðnum hjá ÍF at bjarga sær enn einum ári í bestu deildini.
 
Ikki spælandi venjari
Sum persónur hevur hann kanska eisini verið typan, sum tú roknaði við at síggja í venjaraleiklutinum fyrr ella seinni. Og tað gjørdist fyrr - heldur enn seinni, tá ÍF í vetur kundi staðfesta, at Símun saman við Peturi Simonsen skuldi standa fyri komandi árinum hjá besta ÍF-liðnum. Afturat sær hava teir báðir so eisini Jón Simonsen, sum er klaksvíkingur.
                      Sjálvur viðgongur Símun eisini, at tað at gerast venjari altíð hevur verið hampuliga nærliggjandi hjá sær.
                      - Tað er sjálvandi ein tanki, sum eg onkra tíð havi spælt mær við. Men eg má viðganga, at eg tá havi hugsað nøkur ár longur fram í tíðina.  Men tá ÍF so gav mær tilboðið, so tók eg kortini av. Ikki minst, tí eg í hesum førinum havi ein garvaðan veteran við stýrisvølin. Annars hevði eg heilt víst ikki tikið við avbjóðingini. Ikki minst, tí eg ikki vil vera spælandi venjari. Tað krevur nøkur heilt onnur atlit, og tað er sera sjáldan, at full nytta fæst úr einum venjara í slíkari støðu, heldur hann.
 
Meira enn keyluflytari
Um egnu uppgávu sína sigur Símun, at hann fyrst og fremst sær seg sjálvan sum eitt slag av bindiliði millum høvuðsvenjaran og spælarahópin.
                      - Eg hevði kanska nakað av tí sama leiklutinum í fjør, tí eg var ein av mest royndu spælarunum. Ein partur sum nú er meira formaliseraður. Hinvegin, so hava vit eisini gjørt eitt arbeiðsbýti, har eg eisini sleppi at seta mítt fingramerki á liðið. Tað var eitt ynski frá mær, tá tosað varð um sáttmálan sum hjálparvenjari.
                      Símun sigur víðari, at hann og Petur hampuliga skjótt hava funnið eitt gott býti av ymsu uppgávunum.
                       - Mín lutur hevur higartil verið tann meira fysiski parturin. Petur hevur so serliga hugsað um taktiska og tekniska partin av spælinum, og eg haldi hetta tykist rigga væl. Eg haldi tað eisini vera avmarkað, hvussu stórur mín lutur kann vera í tí partinum. Tí sum partur av ymsu venjingunum, so er tað avmarkað, hvussu væl eg kann fylgja hvørjum einstøkum spælara, heldur hann.
 
Royndirnar skulu bera
Um árið, sum nú stendur fyri framman, staðfestir Símun skjótt, at hann hevur góðar vónir til úrslitini.
                      - Hópurin er sjálvandi merktur av stóru frágongdini, sum vit hava havt. Av teimum, sum spældu flestu dystirnar í fjør, eru bara fýra eftir, og serstakliga í januar og februar hevur verið sera tunnligt við fólki. Nú tykist hetta tó at venda rætta vegin, og umframt tilgongdina uttanífrá, so hava vit fleiri ungar spælarar, sum í fjør bankaðu upp á dyrnar til besta liðið.
                      - Sjálvandi er at vóna, at hesir eisini taka við ábyrgd, men vit, sum hava royndirnar, mugu eisini taka okkara part. Tað var kanska fyrst og fremst tað, sum bilti, tá vit eitt langt tíðarskeið í fjør fóru púrasta niður við høvdinum.
                      - Megna vit at halda rættu kemiina í hópinum, samstundis sum vit sleppa undan alt ov nógvum skaðum, so trúgvi eg uppá, at vit kunnu betra okkum í mun til í fjør. Og á tann hátt eisini staðfesta støðuna sum eitt lið, ið veruliga hevur bitið seg fast í fremstu deildini aftur.