Brunnbátareiðaríið Rostein í Noregi hevur í fleiri ár arbeitt við loysnum at minka um brúkið av olju umborð á sínum skipum og bátum. Málið hjá felagnum er í størri mun at leggja um til hybrid, har maskinaríið verður rikið við olju og el.
- Vit vilja gera okkara til, at laksavinnan kann styrkja sína støðu sum leiðandi og burðardyggur matframleiðari. Rostein hevur sum mál at gerast burðardyggasta brunnbátareiðaríið.
Tað sigur varastjórin í norska reiðarínum, Glen Bradley, við iLaks. Hann heldur, at kappingarevnini til marknaðin verða styrkt við at satsa upp á burðardygd - og í hesum førinum minni nýtslu av olju.
Um seks mánaðir verða 20 prosent av tonsatalinum hjá Rostein hybrid. Í dag er prosentið null. Men, tá báðir brunnbátarnir, Ro Vision og Ro Venture, gerast partur av flotanum innan eitt hálvt ár, verður støðan ein onnur, tí bæði skipini hava hybrid-loysnir.
- Hetta er byrjanin, ið byggir á ta tøkni, sum higartil er tøk á marknaðinum, sigur varastjórin, sum kortini ásannar, at tað helst fara at ganga nógv ár, áðrenn maritima vinnan heilt sleppur undan fossilum brennievni, sigur hann.
Brunnbáturin, Ro Vision hjá Jostein, sum verður klárur í mars í ár, er 84 metrar langur og 15,5 metrar breiður, og hann kemur at hava ein kapasitet á 3.900 rúmmetrar.
iLaks hevur áður skrivað um hybrid-brunnbátin hjá reiðarínum, sum í 2018 varð mettur at kosta millum 350 og 400 miljónir norskar krónur.
##med2##
- Saman við SalMar síggja vit fram til at gera okkum royndir við brunnbátinum, Ro Vision. Okkara vón er at síggja, at nýtslan av brennievni minkar, og vit vóna at síggja eitt optimalt samanspæl millum battarípakkan og diesel-generatorarnar, sigur Glen Bradley.
Varastjórin í Jostein sigur við iLaks, at felagið fegnast um allar loysnir, sum kunnu minka um veðurlagsárinini, og hann heldur, at slík átøk kunnu styrkja profilin hjá laksavinnuni, samstundis sum hetta er positivt fyri okkara felags framtíð.