Ólavur í Beiti
Eftir 1. viðgerð 3. august varð uppskotið um vinnuligan fiskiskap beint í vinnunevndina, sum 4. august 1999 legði fram álit eftir at nevndin undir viðgerðini hevði havt fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.
Í álitinum verður sagt, at ein samd nevnd tekur undir við málinum, men Jógvan á Lakjuni, Jákup Suni Joensen, Henrik Old, Dan R. Petersen, Alfred Olsen og Jákup Sverri Kass viðmerkja, at teir ikki hava tikið støðu til tær viðmerkingarnar, sum landsstýrismaðurin førir fram sum grundarlag fyri lógaruppskotinum, við tað at høvi verður til at viðgera hesar spurningar seinni.
Viðareiðissemjan
Heini O. Heinesen viðmerkir, at tá ið lógin um vinnuligan fiskiskap varð broytt frá kvotum til fiskidagar, varð sagt, at sjálv beinagrindin í lógini skuldi fylgjast, t.v.s. at tað prosentbýti, sum stendur í lógini varð standandi í lógini.
? Men vinnunevndin broytti markið ímillum bólk 4 og 5 soleiðis, at markið varð flutt frá 20 niður til 15 tons, og tilsvarandi prosentpartur varð fluttur frá bólki 5 upp til bólk 4. Meiningin hjá nevndini var, at bátarnir niðan fyri 15 tons ikki skuldi koma undir reguleringina við fiskidøgum, men skuldi regulerast á annan hátt í tráð við býtið í lógini.
? Tá til stykkis kom, bleiv ikki semja um at halda bátarnar niðan fyri 15 tons uttan fyri skipanina. Tað, at hesin bólkur kom undir fiskidagaskipanina, hevur skapt teir størstu trupulleikarnar við skipanini. Hetta stríðið endaði við ?viðareiðissemjuni?, har bólkurin fekk tillutað eitt munandi dagatal aftrat.
Trupulleikar
Og víðari sigur formaðurin í Vinnunevndini, at bátarnir millum 15 og 20 tons blivu fluttir upp í bólk 4, hevur skapt ávísar trupulleikar í skipanini. Tað hevur víst seg, at fiskiloyvini til bátar millum 15 og 20 tons eru nógv fleiri í tali, enn vinnunevndin fekk upplýst, tá hetta varð gjørt (31 fiskiloyvi). Bólkur 4 A er í dag tann størsti bólkurin oman fyri 15 tons, við heilum 56 veiðiloyvum og 4461 fiskidøgum, t.v.s. 80 dagar í part um árið.
? Um man framroknar nýttar fiskidagar í hesum fiskiárinum, verða 31. august 2282 nýttir dagar, t.v.s. 51 %, smb. upplýsingum frá skipanarnevndini. Teir, sum siga seg hava teir størstu trupulleikarnar av at hava ov lítið av fiskidøgum, eru teir bátarnir í hesum bólki, sum verða væl riknir og ikki hava íslandsloyvi, sum ger, at teir kunnu vera part av árinum uttan fyri skipanina. Bólkurin fær harumframt tillutað dagar á bankanum, sum teir í nógvum førum ikki fáa gjørt nýtslu av, tí at nógvir av bátunum eru so smáir.
Partar fluttir
Heini O. Heinesen kundi hugsað sær, at partur av døgunum á bankanum hjá bólki 4 A vórðu tillutaðir á landgrunninum.
? Tað kann undir ongum umstøðum vera rætt, at bátar við íslandsloyvi skulu hava sama dagatal, sum teir, ið ikki hava slíkt loyvi. Sjálvandi skuldu hesir fingið eitt hægri dagatal tillutað. Men hetta kann ikki so væl lata seg gera, soleiðis sum lógin er orðað í dag.
Onga meining
Og viðvíkjandi umsetiligheitini, sigur Heini O. Heinesen, at bátar við ávikavist 80 og 98 døgum skulu út at keypa sær fiskidagar í sínum egna bólki í kapping við stór effektiv skip, tá 3 mánaðir eru eftir av árinum. Tað gevur yvirhøvur onga meining at tosa um umsetiligheit í lógini, so leingi ein stórur partur av flotanum ikki er fevndur av fiskidagaskipanini. Tað hevur alla tíðina verið meinigin frá byrjan av, at fiskirættindi skuldu kunna umsetast, í hvussu so er innan fyri hvønn bólkin sær.
? Fara vit nú at selja fiskidagar frá útróðrarflotanum til stór skip, økja vit munandi um veiðutrýstið. Verða hesi rættindi seld til ognar, er stórur vandi fyri, at útróðrarflotin verður burtur um nøkur fá ár. Herafturat kemur, at bólkurin av línubátum, sum roynir á føroyagrunninum, er ivaleysa stórur sum er. Hetta kann bara enda við tí, at ongin av hesum bátunum fær raksturin at hanga saman.
? Úrslitið av hesum verður so tað, at alt endar í teimum ovaru bólkunum, tá nøkur ár eru farin. Hetta hevur so tað við sær, at stórir partar av landinum koma at liggja við ongum fiskirættindum, á sama hátt sum tað er hent í Íslandi, sigur formaðurin í Vinnunevndini, sum ikki kann taka undir við viðmerkingunum hjá landsstýrismanninum.