Stórlætisørskapur byggir ikki land

Tað nyttar ikki at billa fólki inn, at nakar annar enn vit sjálvi avgera framtíð okkara. Vit kunnu fara úr ríkisfelagsskapinum. Men vit kunnu eisini átaka okkum fulla ábyrgd og fullan kostnað av landi okkara innan ríkiskarmarnar. Loysingin er loysn samgongunar. Sjálvstýri í ríkisfelagsskapi er okkara loysn.

 

Sjálvsavgerðarrættin hava vit. Tað er eingin heimsins tjóð ella ríki, sum forðar okkum at taka okkara egnu avgerð. Tí er tað so mannminkandi alla tíðina at billa fólki inn, at danir og Nyrup niðurbinda okkum og hava tikið sjálvsavgerðarrættin frá okkum.

Syndarligasta avleiðingin av politikki samgongunar er, at meðan keglast verður um fullveldi, verður solidariska skipanin tagað sundur og oyðiløgd.

Fólk stara seg blind í fullveldiskeglinum, og tá fullveldið skal ganga fram um alt annað, so er vandi á ferð. Lat meg siga tað greitt, at fyri mær er fullveldisætlan landsstýrisins er stórlætisørskapur. Tað er stórlætisørskapur at taka vælferðina og lívsfrælsið frá vanliga føroyinginum.


Javnaðarflokkurin er ein frælsisflokkur

Okkara politikkur er at skapa fortreytir hjá tí einstaka føroyinginum at liva eitt frælst lív saman við øllum hinum her á landi.

Alt annað enn solidaritetur og umsorgan fyri hvørjum øðrum, vekir andstygd í okkara hugaheimi.

· Tá vit uppliva, at samgongan einki ger fyri at bøta munandi um pensjónina til teirra, sum bygdu framkomna samfelag okkara, so kalli eg einvísu minkingina av heildaveitingini uppá 356 mió kr fyri stórlætisørskap.


? Tá eg upplivi, at okkara gomlu liggja hjálparleys, einki heim hava at fara í, tá heilsan ikki loyvir teimum eitt sámuligt lív heima hjá sær sjálvum, so kalli eg einvísu minkingina av heildaveitingini uppá 356 mió kr fyri stórlætisørskap.


? Tá vit uppliva, at heilsuverkið fúnar burtur og ikki fær loyvi at virka alt árið, at sjúk fólk verða víst av sjúkrahúsinum, tí deildir lata aftur, samstundis sum onnur bíða í mánaðir fyri at fáa neyðuga viðgerð, so kalli eg einvísu minkingina av heildaveitingini uppá 356 mió kr fyri stórlætisørskap.


? Tá vit uppliva, at skúlaverkinum vantar umstøður at virka á nøktandi stigi, og uppvaksandi ættarliðið harvið verður verri fyri enn gott er, so kalli eg einvísu minkingina av heildaveitingini uppá 356 mió kr fyri stórlætisørskap.


Eg kundi hildið fram. Veruleikin er, at gribbarnir (teir borgarligu) hava góðar dagar.

Stutt sagt: ein og hvør ætlan, sum brýtur niður vælferðarmynstrið, og sum elur sjálvgóðsku og "sektin á hvat annar fær, eg skal nøra at mær" hugsunaháttinum, er fyri mær av tí ónda.

Tað er henda niðurbrótingin, sum fer fram í kjalarvørrinum av harðrendu fullveldisætlan landsstýrisins.

Vit fara at biðja teg venda hesi gongd við at geva Javnaðarflokkinum tína atkvøðu 20. november.