Størri framgongd í USA enn væntað

Amerikanski tjóðbankin Federal Reserve væntar nú, at framgongdin í amerikanska búskapinum verður størri í ár, enn bankin hevur hildið. Í januar metti bankin, at amerikanska bruttotjóðarframleiðslan fer at veksa millum 2,2 og 2,7 prosent í ár, men nú sigur hann, at vøksturin verður millum 2,4 og 2,9 prosent.

Samstundis roknar Fed við, at arbeiðsloysið í USA verður millum 7,8 og 8,0 prosent í fjórða ársfjórðingi. Tað er væl minni, enn bankin metti í januar, tí tá var metingin millum 8,2 og 8,5 prosent.

Bankin væntar, at í 2013 verður búskaparvøksturin í USA millum 2,2 og 3,1 prosent og millum 3,1 og 3,6 prosent í 2014, og tað er heldur minni vøkstur, enn bankin hevur mett fyrr, skrivar Reuters.