Tað tykist, at størri áhugi er millum lærarar at taka við størvum sum einalærarar ella útoyggjalærarar enn við stjórastørvum.
Fyrr í vikuni var freistin úti fyri at søkja skúlastjórastørvini í Vestmanna og Tvøroyrar skúla, umframt størvini sum útoyggjalærari í Svínoy og einalærari í Haraldssundi og Fámjin.
Flestu umsóknir vóru til starvið sum einalærari í Haraldssundi. Heili ellivu fólk søktu um tað starvið. Tað skrivar Skúlablaðið á síni heimasíðu.
Síðani vóru tað sjey fólk, ið søktu starvið sum útoyggjalærari í Svínoy, har skúlin letur upp aftur eftir, at ein smábarnafamilja er flutt út á oynna, meðan tríggjar umsóknir vóru til starvið sum einalærari í Fámjin.
Hóast áhugin fyri skúlastjórastørvunum ikki var eins stórur sum størvini í Svínoy og Haraldssundi, so hevur Mentamálaráðið nakrar umsóknir at velja í.
Fýra umsóknir vóru nevniliga til starvið í Vestmanna skúla, meðan tríggjar vóru til starvið í Tvøroyrar skúla.