Teir sera væl umtóktu vøru- og familjubilarnir Citroën Berlingo og Peugeot Partner hjá fronsku PSA-konsernini eru nú komnir í heilt nýggjum og størri útgávum, eftir at forgangararnir vóru næstan 12 ár á marknaðinum.
Berlingo og Partner, sum verða bygdir saman á somu verksmiðju, eru bygdir yvir sama plattform sum t.d. Citroën C4 og Peugeot 308.
Nýggi Berlingo er munandi størri enn forgangarin, og innrættingin er sera liðiligari við nógvum rúmum og hillum at leggja lutir frá sær á. Girstongin, sum nú er í instrumentborðinum, situr væl fyri og er løtt at handfara. Dragihurðarnar á báðum síðum eru stórar, og lætt er at koma inn og út úr bilinum. Eyðkenni fyri Berlingo er, at talan er um ein sera rúmligan bil í mun til støddina og væl egnaður til barnafamiljur.
Designið á nýggja Berlingo er eisini meira aeorodynamiskt og tíðarhóskandi. Bilurin fæst eisini sum vørubilur. Berlingo fæst tveimum 1,6 litra bensinmotorum við ávikavist 90 og 110 hk og tveimum 1,6 litra HDI dieselmotorum við ávikavist 90 og 110 hk.
Vit royndarkoyrdu nýggja Citroën Berlingo í Mutlispace útgávuni við 1,6 litra HDI dieselmotori við 90 hk. Ein vælkoyrandi praktiskur bilur við sera góðum plássi og er lættur at koyra og at umgangast í ferðsluni.
Citroën Berlingo kann síggjast og roynast hjá Ivan Johansen Bilum við Hoyvíksvegin. Prísirnir byrja við 204.000 krónum.