Størri søla av iPhone gevur Apple metúrslit

Apple kunngjørdi í gjár úrslitið fyri fyrsta ársfjóðring í roknskapi felagsins, har serliga sølan av Iphone dregur rætta vegin.

Góða úrslitið stendst ikki minst av øktari sølu av iPhone. Felagið hevði ein umsetning upp á 91,8 milliardir dollarar – góðar 600 milliardir krónur – í ársfjórðinginum, sum endaði 28. desember.

Tað er met fyri ein ársfjóðringsroknskap, upplýsir felagið.

– Vit fegnast um at knna leggja fram størsta umsetningin hjá Apple fyri ein ársfjóðring nakrantíð – har sølan og eftirspurningurin eftir iPhone 11 og iPhone 11 Pro gongur á odda, segði Tim Cook, ovasta stjórin í Apple, í tíðindaskrivi.

Kundarnir brúktu 55,6 millardir dollarar – umleið 375 milliardir krónur – upp á iPones í tíðarskeiðinum, sum er nakað væl oman fyri væntaða støðið uppá 51,1 milliardir dollarar. Tað eru tó ikki bara iPhones, sum ganga sum heitt breyð hjá Apple. Sonevndu warable-tech, harímillum Apple Watch og Air Pod, hava víst seg at verið sonn gullegg seinastu tríggjar mánaðirnar.

Her kundi Apple merkja sær eina hækking upp á 37 prosent, so umsetningurin fór upp um tíggju milliardir dollarar – 67 millardir krónur.

Sambært Tim Cook er sølan av wearables-deildini gingið so skjótt, at felagið ikki hevur kunnað fylgt við í framleiðsluni av Apple Watch og Air Pod.

Góð tølini hava givið endurljóð á marknaðunumæ Soleiðis hækkaði partabrævið hjá Apple við tveimum prosentum beint eftir framløguna av roknskapinum.

– Styrkin kemur frá iPhonini og framhaldandi vøkstur í wearables og í App Store. iPhone’in var veruliga sterk, sigur Shannon Cross, greinari hjá Cross Reasearch við Bloomberg News.

/ritzau/