Stórsigur í Klaksvík

Stjørnan-Kyndil 33-16 (14-9)

Tað var toppur móti botni í Klaksvík í dag, og tann munurin, sum eigur at vera, kom eisini rættiliga skjótt til sjóndar.

Stjørnan hevði at kalla ongar trupulleikar við at koyra sigurin heim móti gestunum, sum fyrst og fremst bara royndu at koma hampuliga óskalaðar úr uppgerðini.

Fyri Stjørnuna skutu Simona PEtersen, Una Olsen og Dianne Møller 6 mál hvør. Jacklin Durhuus skoraði 6 av málunum hjá Kyndli.