Mezzocorona, Italia: Føroyska kvinnulandsliðið staðfesti hósdagin, at tær so sanniliga ikki bara eru komnar til Italia fyri at læra. Higartil hava tær í øllum førum lært mótstøðuliðini bæði eitt og annað, og ikki minst sýndu tær móti Ísrael, at treiskni so heilt avgjørt er nakað, sum loysir seg í hondbólti.
Ferð vs. styrki
Tá farið varð til hálvleikssteðgin, sá støðan hjá føroyska liðnum nevnliga alt annað enn góð út hósdagin. Longu undan dystinum varð tosað um, at tað fyrst og fremst skuldi vera við høgari leikferð, at sigurin móti Ísrael skuldi tryggjast, men hetta tóktist kortini ikki at vera nóg mikið.
Tí tað, sum ísraelsku leikararnir ikki høvdu í ferð, tóktust tær so væl og virðiliga hava í berari rástyrki. Samlaða vektin á liðnum mundi eisini vera nakað væl meira enn hjá okkara, og hóast tær stríddust bæði væl og virðiliga, so tóktist hetta ikki vera nóg mikið.
Serstakliga stóð nógv á, tá vælvaksna Irina Greisman trokaði seg gjøgnum føroysku verjuna, men eisini fótfima Aura Friedman gjørdi sítt til, at føroyska verjan kortini ikki kundi standa heilt so tætt, sum tama ísraelska uppspælið annars legði upp til.
Og so hjálpti tað heldur ikki stórt, at okkara at kalla bara hugsaðu um ferðina, og í nógv minni mun um heildina í spælinum.
Óneyðug mistøkini vóru sera nógv í tali, og rættiliga tíðliga í dystinum slapp Ísrael avstað frá okkara við einum fýra-fimm málum.
Eitt føroyskt time-out miðskeiðis í hálvleikinum tóktist tó at bøta nakað um føroysku vánirnar. Simona Hansen gjørdi góðan mun, tá hon í verjuna, har hon sum ein av teimum fáu megnaði at halda mótstøðukvinnunum, men fram eftir vøllinum gekk framvegis ikki nóg væl. Serstakliga tóktust okkara hava til við at skjóta. Hóast tað fleiri ferðir eydnaðist at krossa, soleiðis at leikarar vórðu spældar upp til skot, so varð valt at tveita bóltin inn móti strikuni ella út á vongin ? ella í ringasta føri bara beint til mótstøðuna, sum so aftur kundi fara spakuliga í nýtt mótálop.
Armin upp!
Og hetta við spakuliga, skal skiljast heilt bókstaviliga. Tí tað er einki at ivast í, at var talan um dyst í Føroyum, so vóru armarnir hjá dómaraparinum oftani havdir á lofti. Líka mikið, hvussu okkara royndu at seta ferð á, og líka mikið, hvussu rópini av føroyska beinkinum komu, so lótu dómararnir ikki við seg koma. Ísrael, sum heilt víst ikki treivst við nakrari ferð yvirhøvur, fekk hvørja ferð loyvi at ganga spakuliga niðan á miðjuni, tá bólturin skuldi gevast upp, og álopini kundu koyra í langa løtu uttan nakra sum helst hóttan, uttan at markeringin fyri nøl kom.
Besta dømi um hetta mundi helst koma sjey minuttir fyri steðgin. Tá hevði Ísrael fingið sína fyrstu útvísing, men hesa støðu fingu okkara als ikki gjørt sær dælt av. Eftir at føroyskt álop mest sum alt fyri eitt endaði við máli, sluppu ísraelsku kvinnurnar at nýta tveir minuttir til sítt álop, soleiðis at tær aftur vóru fullmannaðar, tá tær næstu ferð skuldu verja.
Avgjørt ikki nakað, sum er fremjandi fyri góðan hondbóltsdyst og í hesum førinum so avgjørt ikki nakað, sum var fremjandi fyri føroysku vánirnar.
Tríggjar orsøkir
Hesar batnaðu tó alt fyri eitt, tá farið varð undir seinna hálvleik. Umframt ferðina á spælinum, so tóktust okkara nú eisini at hava fingið høvdið at sampakkað við hjartanum, og við trimum málum á rað staðfestu tær, at hesin dysturin so als ikki var liðugur.
Skulu fremstu orsøkirnar til hetta nevnast, so slepst ikki undan at nevna tríggjar lutir.
Føroysku kvinnurnar fóru nú at gagnnýta skjótleikan til kontraálop. Hóast tað ikki altíð tóktist so lætt at spæla til leysan leikara, so varð bólturin at kalla bara tveittur langt niðan eftir vøllinum, og so var altíð ein av okkara, sum var fyrst á bóltinum og kundi seta kós móti málinum.
Í verjupartinum fingu okkara av álvara takið á mótstøðuni. Við at skifta Gurið Mortensen og Unu Olsen inn, fekk verjan nakað meira av kvikleika, soleiðis at Freidman ikki longur slapp nakran veg, og mitt fyri vóru okkara sear konsentreraðar, soleiðis at Greisman ongan møguleika hevði at koma ígjøgnum.
Og so vísti Helena, at hon er ein framúr málverji. At fleiri leikarar ofta fóra á Greisman, gav henni møguleika at spæla aðrar leysar, men varð hetta gjørt, so las Helena aloftast skotroyndina av, soleiðis at talan enn einaferð kundi gerast um nýtt føroyskt álop.
Og eru nøvn nevnd, so skal eingin gloymast. Allar sum ein góvu føroysku jarnkvinnurnar seg 100%, soleiðis at tað til tíðir mundi øra fyri seintfatandi mótstøðuni, sum neyvan mundu vita, hvar okkar fingu slíka megi frá.
Tokið fekk ferð á
Og so koyrdi tokið av álvara. 10-15 varð innan níggju minuttir broytt til 16-16, og so høvdu okkara yvirtakið. Nógv meira enn hetta gjørdist tað tó ikki til, tí hóast vit fleiri ferðir høvdu møguleika at »drepa« dystin, so tóktist ferðin eisini hava sett síni spor hjá okkara, og so hevði Ísrael altso heldur ikki nakran serligan hug at geva skarvin yvir.
Seinastu 20 minuttirnir gjørdust tí til ein sannur gysari, har tað ongantíð var meira, enn tað eina málið á muni. Eitt skifti spældu okkara enntá við tveimum leikarum leikarum í yvirtali, uttan at tað eydnaðist at skræða seg leysan. Fríða Petersen kom eina lítla løtu á vøllin at stórbjarga einum brotskasti, men hon fekk tó ikki forðað Greisman av sjey metrum, tá hendan legði Ísrael á 22-21. Samstundis vóru okkara ein í undirtali, men tvey mál frá Joan og Báru skumpaðu aftur Føroyar í oddin.
Ísrael javnaði tó aftur, og tær hildu seg eisini hava lagt seg á odda, tá Greisman enn einaferð meddaði til, men júst ta einu ferðina høvdu dómararnir hoyrt føroysku bønirnar um nøl. Floytan ljóðaði í somu løtu, sum skotið varð latið av, og hóast ein steðgur mátti til, har dómararnir máttu sissa bláa skiftisbeinkin, so stóð dómurin ikki at vika.
Føroyar fingu aftur lagt seg á odda, men tá vit síðani fingu tillutað fimta brotskastið í dystinumj, varð heldur ikki hetta sett í kassan, og so fekk Ísrael enn ein møguleika. Tær vunnu eisini brotskast í seinasta álopinum, men skotið hjá Greisman brast ? helst av berari møði ? niður í gólvið, og so var tað okkara tørn at taka tað róligt. Sigurin var tryggjaður, og okkara høvdu annan dagin á rað ognað sær tvey stig.
Gull verdur lærdómur
Og sigurin gav helst eisini nakað nógv meira, enn tey bæði stigin. Fyrst og fremst matematiska vissu fyri, at vit vinna bólkin, og soleiðis eru í hálvfinaluni, men eisini sálarliga mundi hann lyfta nærum eins nógv, sum sigurin mikudagin. Leikararnir fingu prógvað fyri sær sjálvum, at við knallhørðum og miðvísum arbeiði, so kann sjálvt tyngsta uppgávan lyftast, og tann lærdómurin kann vísa seg at gerast gull verdur. Ikki bara her í Italia, men so sanniliga eisini fyri framtíðina hjá føroyskum kvinnuhondbólti í altjóða høpi.
???????
Dysturin í tølum
Føroyar-Ísrael 24-23 (10-15)
Føroyskir málskjúttar: Katrin á Neystabø 6(1), Gurið Mortensen 4, Joan M. Djordjevic 3, Gunnleyg Berg 3, Anna Kristina Samson 3, Una Olsen 2, Bára Skaale Klakstein 2, Simona Hansen 1
Føroysk brotskøst: Katrin á Neystabø 2/1, Joan M. Djordjevic 1/0, Gunnleyg Berg 1/0, Annika Ljósstein 1/0
Ísraelsk brotskøst: 6/3
Gul kort: Nikolina Eyðbjørnsdóttir, Katrin á Neystabø Bára Skaale Klakstein
Føroyskar útvísingar: Gunnleyg Berg 1, Simona Hansen 1, Una Olsen 1
Ísraelskar útvísingar: 6