Størsta avbjóðingin

– At vinnarin í okkara bólki sleppur at spæla finalu í Keypmannahavn, samstundis sum EM-endaspælið er har, man vera størsta avbjóðingin, føroyskir spælarar kunnu fáa júst nú, heldur landsliðsvenjarin hjá hondbóltskvinnunum, Claus Rasmussen

Fyrst í næsta mánaði fer kvinnulandsliðið í hondbólti til Tallin í Estlandi, har liðið skal spæla tríggjar dystir í Challenge Trophy-kappingini. Fyrsti dysturin er fríggjakvøldið 2. apríl ímóti vertstjóðini, Estlandi, og síðani verður spælt leygardagin 3. apríl ímóti Finnlandi og sunnumorgunin 4. apríl ímóti Moldova.
Fyrireikingarnar hava verið í gongd í eina tíð, og ein liður í tí var vitjanin av danska U18-landsliðnum í februar, sum vann heili 32-20 á føroyska liðnum. Harumframt eru regluligar venjingar alla tíðina, og nú fríggjakvøldið skulu hondbóltskvinnurnar aftur venja í Kollafirði.
– Vit venja hart og royna at fáa tað síðsta upp á pláss, so vit kunnu hava góða verju, góða kontrafasu og gott álopsspæl, tá vit fara til Estlands. Samstarvið og samspælið millum spælararnar á vøllinum hevur sera nógv at siga, so tað leggja vit stóran dent á nú. Kropsliga venjingarstøðan skuldi verið nøkulunda í ordan hjá spælarunum nú, sigur Claus Rasmussen, landsliðsvenjari.
Av mótstøðuliðunum er Finnland tað, hann kennir mest til – millum annað, tí Føroyar fyrr hava spælt ímóti finska liðnum. Júst hesin dysturin, ið er tann mittasti av teimum trimum, kann sambært venjaran gerast lykladysturin í bólkinum.
– Eg havi fingið lyfti um, at eg skal fáa ein dvd við finska liðnum, so vit kunnu kenna tað uppaftur betur, sigur Claus Rasmussen, ið heldur hesa Challenge Trophy-kappingina vera eina serliga stóra avbjóðing hjá landsliðnum og spælarunum.
– At vinnarin í okkara bólki sleppur at spæla finalu í Keypmannahavn ímóti vinnaranum í hinum bólkinum, samstundis sum EM-endaspælið er har, man vera størsta avbjóðingin, føroyskir spælarar kunnu fáa júst nú. Tað hevði verið fantastiskt fyri bæði kvinnurnar og føroyskan hondbólt.
Í hinum bólkinum eru Ísrael, Kypros, Armenia og Malta, og tann bólkurin verður avgreiddur í Ísrael um eina góða viku, frá 19. til 21. mars.