Størsta brakið er við Løkin

Næsta umfarið í kappingini um Løgmanssteypið verður spælt í dag. Lutakastið lagaði seg so, at í ikki færri enn fýra av teimum átta uppgerðunum verða tað Formula-lið, sum skulu royna seg ímóti hvørjum øðrum.

Talan er sjálvandi um fleiri áhugaverdar uppgerðir, men á pappírinum tykist størsta brakið verða við Løkin í Runavík, har meistararnir úr HB koma á vitjan. Spennandi verður tó eisini, tá KÍ vitjar í Gøtu, og tá EB/Streymur tekur nýggja vøllin í nýtslu móti B71. Hartil skal AB nú fyri fyrstu ferð royna seg í teljandi dysti sum Formula-lið. Hetta tá teir vitja hjá grannunum í B36.

Dystirnir í dag eru hesir:

NSÍ-HB

GÍ-KÍ

EB/S-B71

B36-AB

TB-SÍ

Skála-FSV 04

LÍF-VB/S

ÍF-Undri