GRØNLENDSK VITJAN
Halla Nolsøe Poulsen
Washingthon
Fyri at byrja við tí síðsta, so var Joint Committee nevndin sett á fundinum millum Grønland, Danmark og USA í august 2004 í grønlendska býnum Igaliku, har partarnir samráddust um at endurnýggja verjusáttmálan frá 1951. Sum liður í hesi avtalu var avgjørt at víðka um samstarvið, soleiðis at Grønland og USA kundu í felag finna fram til onnur øki, har møguleiki var fyri samstarvi. Hetta var annar fundur í nevndini, men undirnevndir hava í uml. eitt ár arbeitt við fyrireikingum, og hevur denturin ligið á at finna samstarvsmøguleikar á útbúgvingar- og granskingar økinum, umhvørvisøkinum og handil og ferðavinnuøkinum. Hesaferð vóru nýggj konkret átøk løgd fram fyri nevndina, sum so tók støðu til, um víðari skuldi farast, í og hvønn mun.
Cruiseskip eisini í Grønlandi
Á handils- og ferðavinnu økinum var tað amerikanska Department of Commerce, vinnumálastýrið, sum var vertur fyri eini stórari messu, har fyrilestrar vóru um Grønland fyri amerikanarunum, og um USA fyri grønlendarunum. Umboð fyri grønlendskar fyritøkur høvdu síðani høvið at hitta amerikanskar fyritøkur og møguligar kundar, og skapa sær sambond. Eitt av høvuðsendamálunum við messuni var, at útbyggja samstarvið og samhandilin so mikið, at grundarlag verður fyri beinleiðis flogsambandið og títtari sjóferðslu millum londini bæði. Við hesum átaki og tí fokus ið hervið varð sett á Grønland, vónaðu stigtakarirnir at birta lív í og seta ferð á vinnulívið í Grønlandi.
Ein av grønlendsku luttakarunum fortaldi mær, at júst sum í Føroyum, so hava tey í Grønlandi sæð fleiri og fleiri av teimum stóru ferðamannaskipunum leggja til seinastu árini. Eg fann á internetium eitt yvirlit, ið fortaldi, at í mun til í 2003, so øktist talið av atløgum í 2004 við 42%. Hetta má sigast at verða ein stór framgongd, og er hetta kanska góð tíðindi fyri føroysku ferðavinnuna eisini.
Grønlandsfestivalur
Eitt annað, meira mentanarligt átak, ið samstundis eisini er til frama fyri ferðavinnuna, fór eisini av bakkastokkinum seinasta vikuskiftið. Hetta var ein stór Festival of Greenland, á einum av kendastu og størstu nátturusøguligu søvnunum í heiminum, Smithsonian National Museum of Natural History (NMNH). Í stuttum byrjaði hetta átak við, at leiðslan av tí deildini, ið eitur Arctic Studies, vendi sær til grønlendska heimastýrið umvegis donsku sendistovuna, og skeyt upp at hava ein grønlands-dag á savninum. Hetta varð hildið at vera eitt stak gott hugskot, og grønlendska mentamálaráðið játtaði at stuðla tiltakinum. Í fyrstani var ætlanin at hava eina framsýning av fotomyndum og nakrar fyrilestrar um Grønland, men sum tíðin leið, gjørdist átakið størri og størri, til tað til síðst endaði við, at bátasmiðjur, træskerari, smúkkudesignari, listafólk, trummudansarir og eitt heilt kór komu til Amerika at luttaka.
Á NMNH-savninum duga tey sera væl at fáa livandigjørt teirra framsýningar, og so var eisini í hesum føri.
Tupilakkar og kajakkir
Festivalurin byrjaði við, at grønlendsk listafólk fríggjamorgunin byrjaðu at tilgera teirra listhondverk runt um í bygninginum. Ein sat og skar Tupilakkar (lítlar maskur úr reinsdjórahorni ella moskusoksahorni), og ein sat og gjørdi prýðislutir úr feittsteini. Eitt av tí mest áhugaverda var ein ungur maður, ið sat og bygdi eina kajak. Tann bert 21-ára gamli Maligiaq Padilla úr Sisimiut er ein av dugnaligastu kajakbyggjarum í Grønlandi, og hevur bygt yvir 100 kajakkir tey síðstu árini. Hann var bert 12 ár, tá hann abbi hansara byrjaði at læra hann at byggja. Abbin var ein av teimum dugnaligastu kajak-veiðumonnunum í Grønlandi. Kajakkin hann bygdi á savninum í Washington var hálvgjørd áðrenn tey komu til USA, men hann skuldi so gera hana lidna frammanfyri gestunum hetta vikuskiftið. Tað var sera áhugavert at síggja hvussu ágrýtin og dugnaligur hann var, og sunnudagin tá eg hugdi framvið savnið, var kajakkin ikki at finna! Tá eg spurdi, segði onkur mær, at hann var í ferð við at mála hana uttanfyri. Eg hugdi so útum, og har á grasinum á The Mall, sat so ein ungur maður og málaði eina svarta kajak. Tað man verða fyrsta kajak sum hevur staðið á plenuni uttanfyri stjórnarbygningin, Capitol!
Góð reklama
Ein av fyrireikarunum av festivalinum var Smithsonian Associates, ið er eitt slag av áhugabólki, ið arbeiðir fyri at upplýsa fólk um søvnini (tað eru 15 søvn runt í býnum, um man telur djóragarðin við), og læra fólk at brúka tey, umframt at tey skipa fyri ymiskum upplýsandi tiltøkum, so sum hesum festivali. Teir túsundtals limirnir í áhugabólkinum eru millum 45-75 ára gomul, hava høga útbúgving, og eru flest væl fyri peningaliga. Tí var tað ein stórur vinningur fyri Grønland, at hesi vóru við í tiltakinum, tí reklamuvirðið er sera stórt. Fyri nøkrum árum síðani var ein líknandi festivalur gjørdur um Malta, og hetta økti munandi um ferðafólkatalið í tíðini aftaná.
Fríggjakvøldið var festivalurin settur alment. Uml. 500 fólk vóru boðin til fyrilestur um Grønland, ið grønlendski mentamálaráðharrin Henriette Rasmussen helt. Innan hetta hevði m.o. fyrrverandi landsstýrisformaðurin Jonathan Motzfeldt boðið vælkomin, og aftaná fyrilesturin segði sjálvur forsætismálaráðharrin Anders Fogh Rasmussen, ið var í Washington í heilt øðrum ørindum, nøkur orð.
Maskudansur
Eitt av stuttligastu innsløgunum hetta kvøldið var grønlendska Makka Kleist, ið framførdi ein maskudans. Hon kom á pallin, við helvtini av andlitinum málað, og segði, at hon meðan hon málaði restina, kundi greiða frá um dansin. Grønlendski maskudansurin var nær við at doyggja út, eftir at Grønland varð kristna, segði hon. Bara nakra fáa staðni á Vesturgrønlandi hevði dansurin yvirlivað, men í dag var dansurin liður í undirvísingini í skúlunum. Tað eru nøkur høvuðselement í dansinum: Tú fortelur aldrin, at tú fer at dansa, tað skal verða eitt yvirraskilisi og dansurin lærir børn at kenna ræðslu, og at reagera uppá hesa. Sum Makka segði, um tú "frysti" og ikki reageraði, so kundi tað verða deyðiligt, og tey vóru so fá, so tey høvdu ikki ráð at missa nakran. Børnini lærdu at reagera, við at síggja hvussu tey vaksnu gjørdu, tá tey gjørdust kløkk. Tá hon var liðug við maskuna var hon ikki longur Makka. Heldur ikki menniskja, heldur ikki ein andi ella eitt djór, men ein samanvevjing av hesum trimum, ið ikki var bundin av siðvenju, sosialum normum ella øðrum menniskjaskaptum forðingum. Hon hoppaði runt á pallinum, leyp niður á gólvi og dansaði aftur og fram millum áskoðararnar og sang og rópti, ella, meira rann aftur og fram, tí tað var ikki ein dansur sum vit vanliga kenna dans. Knappliga lá hon á gólvinum frammanfyri onkrum undrandi gesti, og knappliga flenti hon hart í kýki at onkrum bara hon sá. Frammanfyri meg sótu tvey børn, kanska um 7-8 ára aldur, og tá hon nærkaðist okkara bonki, sá eg hvussu tey førkaðu seg longur og longur inn í setrini. Hon sá tey eisini væl, og at tey vóru bangin, men ístaðin fyri at ræða tey og hyggja at teimum, so dansaði hon frammanfyri konuni, ið sat frammanfyri børnini, og gálvaði og flenti at henni. Á henda hátt lat hon tey merkja at tey vóru bangin, men eisini at hon ikki vildi teimum nakað ringt, og at tey ikki skuldu ræðast hana. Ein av gestunum, ið hon stillaði seg frammanfyri at dansa - tá hon einaferð hugdi burtur, og so aftur at honum - segði BØ við hana, og tá bleiv hon kløkk! Tað var hon nokk ikki von við, og allur salurin mundi skræðna í látri. Hetta vísti bara, at maskudansurin er ein sera livandi framførðsla, ið ongantíð fylgir eini fastari skrá, men harafturímóti lagar seg til hvussu áskoðarin ger og reagerar.
Kórsangur
Síðani sang frálíka Aavaat kórið nøkur løg, og ein trummudansari framførdi eitt lag/dans. Limirnir í Aavaat kórinum búgva øll í Danmark (uttan ein, sum býr í Svøríki), men eru hóast hetta sera tætt knýttir at Grønlandi. Aavaat kórið verður mett at verða tað besta grønlendska kórið ið er, og hava tey eisini verið runt í stórum parti av vesturheiminum og umboðað Grønland. Í 2000 vóru tey við tá Margreta Drotning var á almennari vitjan í Stórabretlandi hjá Elisabeth Drotning, og í Skotlandi eisini. Mangir føroyingar munnu hava hoyrt kórið, tí á hvørjum árið hava tey eina felagskonsert við íslenskum og føroyskum kórið í Keypmannahavn.
Tey eru ikki so mong í tali, men ljómurin var sera góður, tá tey vóru komin í gongd, øll ílætin grønlendska tjóðbúnan. Eitt sindur smæðin at byrja við, men tá tey so sungu grønlendska tjóðsangin, og øll reistu seg, mentust tey, og var hetta ein sera rørandi løta.
Endabrestur
Sunnudagurin kom, og festivalurin endaði. Somuleiðis sum fríggjakvøldið, var ein almennur fyrilestur um Grønland hildin, og eftir hetta vóru gávuhandanir av ymsum slag til allar fyrireikararnar. Tann júst lidna kajakkin var latin savninum sum gáva, og áskoðarirnir klappaðu óført, tá ungi bátasmiðjurin einsamallur bar kajakkina uppá pallin. Lítillátin sum hann var slapp hann sær við skundi niður aftur, og goymdi seg millum fólki. Enn einaferð kom maskudansarin á pallin, og framførdi, og aftaná komu so tveir trummudansarir, og framførdu. Hetta var sera áhugavert, tí sjálvt um tær báðar, tann 15-ára gamla Tinka og eg veit ikki hvussu gamla Anna, framførdu trummudans, so minti tað meg um føroyskan dans, á tann hátt at tær líkasum førdu eina samrøðu í dansinum. Tann ungan gentan byrjaði, sang og dansaði tætt móti tí gomlu, fyri til síðst at kyssa hana á báðar kjálkar, og legði trummuna frá sær. So segði tann gamla á enskum, well, I have to answer her, at hon mátti svara aftur, og so gjørdi hon tað sama. Tíverri greiddu tær ikki frá, hvat dansurin snúði seg um gjøllari, men tað minti meg um tá man ríður ediling í føroyskum dansi, bara at tað var millum yngra og eldra ættarliðið. Anna Thastum, ið byrjaði at dansa trummudans sum 52-ára gomul hevur síðani arbeitt fyri, at grønlendsk børn skulu hava møguleikan at læra henda sið, og er tað nú ein møguleiki tey hava í grønlendska fólkaskúlanum.
Seinast á skránni á Grønlandsfestivalinum var enn einaferð Aavaat kórið. Tey endaðu við at syngja ein fosturlandssang, ið framsøgumaðurin segði, at tey av og á bara máttu syngja, tí hann snúði seg um Grønland, og hvussu tað var at verða burturstaddur frá tí heimi, tú hoyrir til. Eg haldi við vissu eg hoyrdi nøkur snøft ymsa staðni frá, tá tey endaðu, tí tað var einastandandi vakurt at hoyra, og sjálvt um man ikki skilti eitt orð tey sungu, so nýttist tær ikki at skilja, tónleikurin var ikki til at taka feil av. Úti er gott, men heima er best.
Spennandi verður at fylgja við, hvussu avleiðingarnar verða av átakinum, um tað fer at føra t.d. fleiri ferðfólk til Grønlands, og um tað kann verða við til at lata upp amerikanska marknaðin enn meir fyri grønlendskum vørum.