Størsta lagkøkan til størsta hondbóltsfelagið

Ein 10-fermetra stór lagkøka fer m.a. at seta sín dám á stóra 70-ára føðingardagin hjá Neistanum mikudagin

 

Mikudagin heldur Neistin 70-ára føðingardag sín. Felagið er ikki einans elsta hondbóltsfelagið í Føroyum. Tað er eisini tað størsta við sínum stívliga 500 limum og ikki færri enn 33 liðum í lands- og steypakappingunum. Seinastu fimm árini hevur Neistin fingið triðingin av øllum heiðursmerkjum í hesum kappingum.

Á kvinnusíðuni hevur Neistin gjøgnum tíðirnar vunnið nógv flest føroyameistaraheiti ? 36 av 58 ? og fjør gjørdust menninir eisini føroyameistarar.

Neistin leggur seg miðvíst eftir at skipa ungdómsarbeiðið væl og hevur eisini ta størstu ungdómsdeildina í Føroyum. Hetta er sjálvandi ein av høvuðsorsøkunum til, at felagið hevur so nógvar limir. Felagið hevur tað grundsjónarmið, at ikki bert ítróttarligi førleikin, men eisini felagssinnið hjá hvørjum einstøkum uttan fyri vøllin, skal vera eitt atgongumerki til at sleppa at spæla hondbólt.

Síðani 1994 hevur ein partur av ungdómsarbeiðinum verið, at Neistin annaðhvørt ár er við í stóru hondbóltskappingini Partille Cup í Svøríki, sum er fyri børn og ung. Síðani 1995 hevur felagið eisini annaðhvørt ár skipað fyri hondbóltsskúlum fyrstu vikuna í summarfrítíðini. Í 1995 var skúlin í Trongisvági, í 1997 í Havn og í Vestmanna og í 1999 í Klaksvík. Millum 70 og 135 luttakarar hava verið við til hesi sjey summartiltøkini síðani 1994.

Høgi aldurin verður hátíðarhildin við manér. Mikudagin frá kl. 17 til 19 eru øll Neistafólk við familju saman við øðrum ítróttafeløgum, myndugleikum og stuðlum boðin í stóran føðingardag í Ítróttarhøllini á Hálsi.

M.a. hevur bakaríið hjá Gunnleivi játtað at gera Neistanum størstu lagkøkuna í Føroya søgu. Køkan verður einar 10 fermetrar til støddar og skapað sum búmerkið hjá felagnum. Kakao fær Neistin frá MBM.

Sámal Ravnsfjall og eitt ungdómshornorkestur fara at syngja og spæla. Skipað verður eisini fyri einum spæliplássi til teir yngstu gestirnar.

Meira fæst at vita frá Djóna Dalsgarð á tlf. 303113.