Annika Olsen ætlar at seta tiltøk í verk, so at størsta lundaland í Mykinesi verður vart.
Tað upplýsti hon í Løgtinginum mikudagin.
Tað var Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum setti hættisligu støðuna hjá lundastovninum í Føroyum á breddan, tá ið hon spurdi landsstýriskvinnuna, hvat hon ætlaði at gera við støðuna, nú fuglafrøðingarnir Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen hava víst á, hvussu syndarlig støðan er.
Hon heldur, at tað er alneyðugt at gera nakað, tí sorgarleikurin er eyðsýndur.
- Kann nakar hugsa sær einar Føroyar við ongum lunda, spyr hon.
Annika Olsen varar ikki av veiðilógum, men hon umsitur umhvørvismál og í hesum sambandi vísti hon á, at longu í 1975 settu føroyingar Ramsar-sáttmálan í gildi í Føroyum.
Tað er ein sáttmáli ið hevur til endamáls at verja vátlendi og vøtn, har sjófulgur heldur til.
Men hóast tað nú 36 ár síðani, hann varð settur í gildi, eru enn ongi tiltøk sett í verk í Føroyum í hesum sambandi.
Eitt krav í sáttmálanum er, at vit skulu velja eitt ella nøkur Ramsar øki, men enn hava Føroyar onki øki valt.
Verja lundalandið
Men tað ætlar Annika Olsen sær nú at gera. Og eitt pláss, hon ætlar at gera til Ramsar øki, er størsta lundalandið í Mykinesi, sum sostatt skal hava eina heilt serliga verju.
Umframt at tryggja umhvørvið, fer hetta at eggja ferðafólkum at vitja hesi serligu øki, hevur landsstýriskvinnan áður boðað frá.
Men hinvegin kann tað eisini órógva fuglin, at ferðafólk ótarnað kunnu ganga í lundalandinum, uttan nakrar sum helst avmarkingar.
Jørgen Niclasen staðfestir, at tað er ikki ovurveiða, sum er orsøkin og tí er heldur ongin orsøk at leypa á leistum at friða lundan.
Hann vísti á, at fleygamenn lata altíð búfuglin fáa frið.
Heldur enn forboð, vil hann hava fleiri kanningar at staðfesta, hví so fáar pisur koma undan.
Men í hesum sambandi vísir Bjørt Samuelsen á tað, vit skriva í aðrari grein her á síðunum, at tað er verri enn so bara búfuglur, sum verður fleygaður, tí kanningar vísa, at tað er heilt nógvur búfuglur uppi í veiðini.
Annika Olsen sigur, at ein partur av at gera eitt øki til Ramsarøki, er júst at kanna umstøðurnar í økinum, hvat ið livir og grør í økinum av dýrum og plantum o.s.fr.
- Fuglurin er ein partur av okkara samleika og hvørvur hann, er tað ein vanlukka, legði hon afturat.
Les eisini greinina: Lundin má friðast fyri at bjarga honum.