-Størsta trýstið er nú

-Nógvi mjørkin um vikuskiftið hevði við sær, at alt programmið hjá tónleikarunum gjørdist meira kompakt, enn vit upprunaliga ætlaðu. Men tað gjørdist kortini ikki nakar stórvegis trupulleiki, og nú gongur alt fínt, sigur Linda Mortansdóttir.

Saman við Hergeiri Eldevig hevur Linda Mortansdóttir ábygdina av útlendsku tónleikarunum, sum koma til landið í samband við G! Festivalin. Arbeiðið hjá teimum fevnir millum annað um at heinta tónleikararnar á flogvøllinum, skipa fyri útferðum og annars ganga útlendsku tónleikarunum til handa.

Hetta er triðja árið á rað, at Linda hjálpir til á G! Festivalinum. Hetta er kortini fyrsta árið, hon hevur ábyrgdina av útlendsku tónleikarunum.

-Tað er rættiliga hektiskt. Tað størsta trýstið er júst nú, beint fyri at festivalurin byrjar. Tað eru nógvir upplýsingar, sum skal latast og fáast frá ymiskum fólki, fortelur Linda Mortansdóttir.