Størsti spenningurin er á Argjum

20. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni seinnapartin. Fyrsta bríksl í fýra uppgerðum verður klokkan 15, og síðstu dysturin verður klokkan 17, tá ið 07 Vestur, sum seinastu tvær ferðirnar hevur kiksað, tá ið vágamenn hava vitjað í Eysturoy, fer at vitja B68.

Um tað ber til at tosa um toppuppgerð í hesum umfarinum, so verður henda á Argjum, har TB í dag fer at vitja oddaliðið AB. Argjamenn eru á odda, og teir ætla sær at leggja nógv fyri í royndini at endurvinna plássið í bestu deildini, sum teir mistu síðsta heyst.

Hjá botnliðunum báðum ? EB/Streymi og KÍ ? hevur tað verið ógvuliga soltið nógvu tær seinastu ferðirnar. Innanhýsis uppgerðin millum botnliðini endaði málleys í Klaksvík 5. august. Hetta er einasta stigið, sum KÍ hevur vunnið síðani 17. mai, tá ið klaksvíkingar á heimavølli vunnu 1-0 ímóti B68.

Málleysi javnleikurin í Klaksvík er einasta stigið, sum EB/Streymur hevur vunnið, síðani teir í Sundalagnum 24. mai á heimavølli vunnu 4-1 á B68.

 

AB-TB: Birgir Sondum kl. 15

HB-VB/Sumba: Høgni Hansen kl. 15

KÍ-Víkingur: Rói Jacobsen kl. 15

B68-07 Vestur: Jón Kári í Brekkuni kl. 17

EB/Streymur-NSÍ: Jan Skoradal kl. 15

 

Støðan

AB og VB/Sumba 46

07 Vestur 44

TB 36

Víkingur 24

NSÍ og HB 17

B68 15

KÍ 14

EB/Streymur 10

Øll liðini hava spælt 19 dystir uttan KÍ og HB, sum hava spælt 18 dystir.