BÚSKAPUR
- Okkara politikarar verja eina skipan, sum er samfelagsskaðilig.
So bersøgin er búskaparfrøðingurin Kári Petersen, tá Sosialurin spyr hann um hansara metingar um uppboðssølu av fiskiloyvum.
- Einasti skilagóði mátin at taka vinning fyri veiðirættin er uppboðssøla, sigur ein avgjørdur Kári Petersen.
Eins og Hermann Oskarsson vísir hann aftur, at uppboðssøla vil føra til miðsavnan. Tvørturímóti, sigur hann.
- Núverandi skipan førir til sentralisering. Tað, at t.d. ein persónur kann fáa 350 mió. fyri síni veiðirættindi, ger, at hann kann keypa ein stóran part av tí føroyska vinnulívinum, sigur Kári Petersen, og heldur, at støðan í Føroyum líkist gongdini í fiskivinnuni í Íslandi.
Hann metir tað vera lætt at síggja, hvussu gongdin er og fer at verða í Føroyum, tí vit kunnu eygleiða, hvussu leikur longu er farin fram í Íslandi.
Fiskidagabarónar
Ført hevur verið fram, at Ísland og Føroyar ikki kunnu samanberast, tí íslendingar hava kvotuskipanir.
Hesum er Kári Petersen ikki samdur við, tí búskaparfrøðiliga ger tað tað sama, um tú hevur fiskidagar ella kvotur, sigur hann.
Kári Petersen metir, at teir sokallaðu kvotubarónarnir í Íslandi kunnu samanberast við fiskidagabarónar í Føroyum. Kári Petersen vísir á, at í Íslandi eiga einar 14 familjur alt vinnulívið. Ungir menn fara inn í fiskivinnuna og seta seg í stóra skuld, meðan teir sum selja kvoturnar fara ríkir inn í aðrar vinnur. Teir, sum koma nýggir inn í fiskivinnuna, eru undirdíktir í skuld, og tað er ikki gott fyri hana, sigur Kári Petersen.
- Tað er longu hálvegna blivið soleiðis í Føroyum við vælsignilsi frá politikarunum.
- Tað er púra burturvið, at teir siga, at teir eru keddir av hesum, tí teir hava fingið hetta at vita seinastu fimm árini, sigur Kári Petersen, og sipar til metingar frá búskaparfrøðingum.
Syðri partur av Suðuroy avtoftaður av núverandi skipan
Í blaðnum í gjár vísti Henrik Old á, at ein skipan við uppboðssølu fór at taka støðið undan teimum smáu virkjunum. Hesi sjónarmið skilir Kári Petersen als ikki.
- Syðra helvtin av Suðuroynni er næstan avtoftað, og tað er tað núverandi systemið, sum eigur skyldina fyri tað, sigur Kári Petersen og vísir á, at ein stórur partur av loyvunum í Sandoynni eisini eru seld av oynni.
Hann er heldur ikki samdur við Anfinn Kallsberg, tá hesin segði í blaðnum í gjár, at uppboðssøla er ein sosialistisk skipan. Kári Petersen sigur, uppboðssøla ikki er sosialistisk, men nettupp liberalistisk. Hinvegin hevur tað at geva einum persóni 350 mió. krónur tvs. 250 mió. um virðið av skipinum er roknað frá um bert 18 % verða goldin í skatti, einki við liberalismu at gera.
- Føroyskir politikarar siga, at bert tú leggur skatt á vinningin av søluni, so er talan um eina fullgóða skipan. Sostatt skal ein personur gjalda 18 % í skatti av 250 mió. krónum, men framvegis er talan um, at landsstýrið gevur einum persóni 250 mió. krónur av ogn Føroya fólks fyri einki. Og tað hevur einki við liberalismu at gera.
- Liberalisma er, um ein persónur kann blíva ríkur av at gera ella uppfinna okkurt snilt, sum nógv fólk ynskja at keypa, sigur Kári Petersen, og nevnir Bill Gates sum eitt kent dømi.
- Í Føroyum harafturímóti kanst tú verða ríkur, um tú hevur nøkur framíhjárættindi, sigur Kári Petersen, og heldur, at skipanin í dag er ótryggari fyri vinnuna, enn um selt varð á uppboði. Í dag keypir ein reiðari fiskidagar 10 ár fram í tíðina uttan at vita, hvussu fiskaprísir o.a. síggja út tá, og vísir aftur á, at hesum hava fleiri í Íslandi brent seg av.
Týdningarmesti trupulleikin
Spurdur, um tað ikki gongur væl í Íslandi, sigur Kári Petersen, at hesum eiga aðrar vinnur heiðurin fyri, tí í fiskivinnuni gongur minni væl, tí hon er sera skuldarbundin, og tí er neyðugt, at vit ikki gera somu mistøk sum í Íslandi.
- Hetta er tann týdningarmiklasti trupulleikin at loysa í føroyskum politikki í dag, sigur Kári Petersen, og vísir á tríggjar fyrimunir við eini uppboðssølu: Fleiri pengar koma í landskassan, flotin verður effektivari og ójavnin í pengamaktini kapitalkonsentratiónin verður nógv minni.
- Sum nú er, er skipanin sum í gomlum døgum, har tey høvdu feudalsamfelag, og nøkur fá áttu jørðina.
Í ringasta føri metir Kári Petersen eisini, at talan kann verða um eitt demokratiskt problem, um allir pengar í Føroyum enda á fáum hondum, tí longu í dag kann ein fiskidagabarónur keypa allar fjølmiðlar, uttan at onnur sleppa framat.
- So kann eingin, sum kritiserar, sleppa til orðanna, sigur Kári Petersen.