Størsti veiddi hemari í Norðurlondum

Klokkan 10 í fyrradagin veiddi Johan í bátinum Hoyvík størsta hemaran, ið er veiddur við tráðu í Norðurhøvum

Klokkan var farin av 10, tá Johan Simonsen úr Havn umborð á bátinum Hoyvík veiddi størsta Lamna Nasus – sum hemari eitur á latíni – ið nakrantíð er veiddur í Norðurhøvum.

Vektin var heili 223,5 kg, sum góðkenda vektarstøðin, Sjóðsavni á Argjum, fekk vektina til.

Tá fiskurin var máldur gav hetta 2,24 metrar. Í vekt er hetta bara 6,5 kg frá heimsmetinum.

Hemarin varð veiddur við makreli millum Sveipið og Kirkjubønes.

Jóhan Simonsen hevur, síðan hann var føddur, veitt 16 hemarar við tráðu, og luttekur vanliga í kappingini »Shark Atlantic«, sum Magni Blástein skipar fyri.

Kappingin koyrir frá 1. novembur til 1. mars, og tað eru einir 25 luttakarar.

Í ár hevur Johan Simonsen verið úti og veitt einar 12 ferðir, men hetta er tann fyrsti hemarin, hann hevur fingið í hesum umfari.

Í sjálvari kappingini eru bara tveir aðrir hemarar veiddir, og annan av hesum veiddi Heini Weihe sama dag, sum methemarin varð veiddur.

Hóast Johan Simonsen hevur fingið størsta hemaran í Norðurhøvum nakrantíð, so kennir hann seg ikki tryggan um sigurin.

- Tað er enn long tíð eftir av kappingini, staðfestir ein glaður Johan Simonsen, sum ikki vil kanna sær bitan.